Nógvar orsøkir til kreppuna

Grein 19 nevndin hjá løgtinginum, sum hevur kannað áttatiárini, staðfestir, at kreppan eftir áttatiárini var úrslit av einum samanspæli av ómetaliga nógvum fyritreytum

Niðurstøðan í frágreiðingini hjá grein 19 nevndini um áttatiárini er hvassorðað og finnst at fleiri viðurskiftum í áttatiárunum, sum seinni førdu til eina samfelagsliga kreppu.

Hesa frágreiðing handaði Lisbeth L. Petersen, sum hevur verið formaður í nevndini, Finnboga Ísakson á Løgtingsskrivstovuni í gjár.

Nevndin staðfestir, at politiska leiðslan sveik, týðandi eftirlit sveik, politiski og umsitingarligi myndugleikin var als ikki nøktandi, lurtað varð ikki eftir ávaringum frá sakkunnleikanum og góð ráð vórðu ikki fylgd. Harafturat vísir nevndin eisini á, at peningastovnum og vinnulívinum vantaðu neyðugt skynsemi.

Grein 19 nevndin staðfestir, at umleið tíggju ár skuldu ganga áðrenn politikarar sóu, hvussu galið tað var, men tá var ov seint. Samfelagsskútan sigldi á land.


Eftirlitið sveik

Umframt, at nevndin heldur, at politikarunum vantaðu ráðgeving, heldur hon eisini, at eftirlitsfunktiónirnar við politiska myndugleikanum sviku í áttatiráunum.

Millum annað verður víst á leiklutin hjá fíggjarnevndini.

? Nógv bendir á, at fíggjarnevndin góðtók upplýsingar frá Landsstýrinum um, at lógarheimild var, og at treytirnar fyri at ganga málunum á møti vóru í lagi, sigur nevndin.

? Eyðsæð er, at Fíggjarnevndin hevur ikki havt møguleikar at gera dygdargóða meting, hvørt verkætlanin var haldgóð, um trygdin hjá landskassanum var í lagi, og um »próvførdi« eginpeningurin var tøkur. Men um Fíggjarnevndin skuldi vera bulverkið móti skeivum búskaparligum og umsitingarligum avgerðum, tá ið talan var um stuðulsveitingar, so tykist hon ikki at hava loyst hesa uppgávuna í áttatiárunum..

Fíggjarnevndin tykist ov sjáldan at hava sett neyðugar spurningar til tær upplýsingar, hon fekk, staðfestir frágreiðingin.

Eisini er grein 19 nevndin sannførd um, at eftirlitið hjá løgtingsgrannskoðarunum sveik.

Løgtingsgranskoðararnir, sum politiskir eygleiðarar, loystu ikki sína uppgávu nóg skjótt og forsvarliga. Ábyrgdin fyri, at løgtingsgrannskoðararnir ikki gjørdu sítt arbeiði, lá fram um alt í løgtinginum, men eisini landsstýrið átti at gjørt løgtingið vart við, at ov long tíð var gingin, verður staðfest.

Frágreiðingin vísir umframt hetta, at landsstýrismálanevndin, sum skuldi taka sær av og hava eftirlit við gerðabók landsstýrissins, ikki røkti sína uppgávu.

Staðfest verður, at landsstýrismálanevndin sveik sína týðandi eftirlitsuppgávu. Frágreiðingin vísir á, at meirilutin í landsstýrismálanevndini gjørdi stutt av og styðjaði landsstýrið, meðan minnilutin gjørdi viðmerkingar, ið ofta vóru meira politiskar enn sakligar.


Førleikin í lagi

Hóast óhepnu gongdina, heldur grein 19 nevndin ikki, at politikararnir í áttatiárunum kunnu sigast at vera verri enn teir, sum sótu frammanundan ella seinni.

Men hon heldur, at vaksandi búskapurin og við honum vaksandi og fjølbroyttu uppgávurnar settu krøv til politikararnar, sum teir ikki vóru førir fyri at lúka.

Nevndin vísir á, at hon við hesum ikki meinar, at politikarnarnir vóru ódugnaligir. Men hon er kortini sannførd um, at tað vóru politiskir oddamenn, ið vantaðu grundleggjandi vitan um lógarverkið og búskaparligu viðurskiftini.

Víst verður á, at hetta ikki bert er nakað, sum var galdandi í Føroyum í áttatiárunum, men harafturímóti eitt vandamál, sum eisini er galdandi í útheiminum.

? Tað, ið nevndin finnist at, er, at nógv tekin eru um, at politisku oddamenninir í Føroyum ikki altíð, heldur ikki í áttatiárunum, dugdu at brúka tey ráðini, ið vóru til taks, sigur frágreiðingin.

Men samstundis vísir nevndin á, at arbeiðsbyrðan hjá embætisverkinum var so stór í mun til arbeiðsmegina, at tað ikki altíð bar til at koma við nóg hollari ráðgeving til politikararnar.

? Eyðsæð er, at vantandi arbeiðsmegi setti síni mørk. Tað var ógjørligt hjá tí einstaka málsviðgeranum at geva øllum málum nágreiniliga viðgerð, og ikki kundi krevjast, at hann var serfrøðingur á øllum teimum málsøkjum, hann skuldi umsita. Tað kundi sostatt ikki verða kravt av einum og sama fólki, at tað til fulnar kundi lúka førleikakrøv um lógarverk, fíggjar- og búskaparviðurskifti, banka- og rentupolitikk, skiparakstur og so fram vegis, sigur nevndin.

Frágreiðingin vísir á, at málsviðgeri í stórum samfelag skal umsita eina ella fáar greinar í eini lóg, ofta saman við øðrum starvsfeløgum, meðan málsviðgerðin í landsstýrinum skuldi umsita fleiri lógir.

Nevndin er eisini sannførd um, at fyrisitingarligi førleikin ofta bleiv skerdur, tí málsviðgerðin fór í annað starv ella flutti til onnur málsøki, tá hann hevði vunnið sær førleika.





Gráður kassi:


Úrskurður nevndarinnar



Føroysku politikararnir vóru ikki nóg dugnaligir. Teir lurtaðu ikki eftir ávaringum frá ráðgevum og frá embætisverkinum.

Á fleiri týðandi økjum var lóggávan ógreið, ófullfíggjað og fyrnað í áttatiárunum, og ofta áðrenn komið var í áttatiárini.

Landsumsitingin var veik. Henni vantaði arbeiðsmegi, og á fleiri økjum vantaði førleiki.

Málsviðgerðin skuldi ofta umsita fleiri málsøki, enn hann var førur fyri. Málsviðgerðin var ikki eins frá máli til mál - og heldur ikki nóg neyv. Tí gjørdist tapsvandin hjá landinum stórur, og munur varð gjørdur á monnum. Trupulleikar stóðust av, at politikarar vóru partur av umsitingini.

Politiska eftirlitið - fíggjarnevnd, løgtingsgrannskoðaranevnd, landsstýrismálanevnd - sveik. Landskassin varð bundin uttan lógarheimild.

Fylgjurnar gjørdust álvarsamar: Milliardatap hjá landskassanum og álvarsamir trupulleikar hjá einstaklingum.

Ábyrgdin fyri álvarsligu skeivleikunum og mistøkunum í áttatiárunum lá hjá politisku leiðsluni í áttatiárunum, men eisini í seksti- og sjeytiárunum, har tiltøk vórðu gjørd, ið fingu avleiðingar í áttatiárunum og fyrstu árini í nítiárunum. Leikluturin hjá stigtakarum, ráðgevum og peningastovnum skal eisini verða nevndur í hesum sambandi.