Hjá toftamonnum ræður tað í ár um at halda sær burtur frá niðurflytingarvandanum, og hetta eigur eisini at bera til. Hópurin hjá B68 er tann í fremstu deildini, sum tilsamans hevur flest landsdystir á baki, og royndirnar hjá hesum spælarum koma at hava stóran týdning í einum drúgvum og hørðum kappingarári.
Sterkur miðvøllur
Tað er ikki minst á miðvøllinum, at tað stendur væl til við fólki hjá B68. Har eru til dømis menn sum Julian Johnsson og Øssur Hansen, ið tilsamans hava leikt 122 landsdystir fyri Føroyar. Jann Ingi Petersen er eisini ein sterkur miðvallari, sum hevur spælt 10 landsdystir. Afturat sær á miðvøllinum kunnu teir til dømis brúka ein spælara sum Kára Hansen, ið er komin úr NSÍ, og sum hevur nógvar royndir í fremstu deildini. Umframt teir fýra áðurnevndu er ein møguleiki á miðvøllinum hollendingurin Ralph van Dooren. Hollendski miðvallarin, sum hevur eina fortíð í eitt nú MVV Maastricht og FC Eindhoven, verður mettur sum ein stórur styrkur fyri liðið.
Í álopspartinum hevur B68 styrkt seg við veteraninum Súna Fríða Johannesen, sum mangan hevur roynst toftamonnum góður. Súni Fríði plagar altíð at verða góður fyri nøkur mál, og árið í ár verður neyvan nakað undantak í so máta. Afturat sær í álopinum hevur Súni Fríði millum annað tveir ungar og evnaríkar spælarar í Kristian Anthon Andreasen og Jóhan Petur Poulsen.
Eisini í verjuni hava toftamenn onkran royndan leikara. Liðskiparin og stýrimaðurin í verjuni hjá B68 er Arnbjørn Danielsen, og hansara evni til at lesa spælið koma ivaleyst at hava ógvuliga stóran týdning fyri verjupartin hjá B68.
Málverjin stóran týdning
Tað er neyvan at taka munnin ov fullan, um ein sigur, at B68 kemur at verða undir einum ávísum trýsti í nógvum dystum, og tá koma verjan og ikki minst málverjin hjá B68 at hava avgerandi leiklut. Júst á málmansplássinum hevur B68 í fleiri ár verið rættuliga væl fyri, tí teir í íslendinginum Albert Sævarssyni hava havt ein sera dugnaligan málverja. Albert er nú farin aftur til Íslands, og avloysaran hava toftamenn funnið í Runavík. Teir hava nevnliga leigað unga Tórð Thomsen í NSÍ. Tórður var eitt skifti í fjør leigaður út til ÍF, so hann hevur longu roynt seg í Formuladeildini. Ungi runavíkingurin hevur leingi verið mettur sum ein tann evnaríkasti málverjin í Føroyum, men í NSÍ stendur hann enn í skugganum av Jens Martin Knudsen.
Um ungu menninir, ið eru framtíðin hjá B68, og teir royndu leikararnir fáa tað at hanga saman, sær tað ikki so galið út hjá toftamonnum. Men hópurin er ikki so breiður, og tí ræður tað um hjá B68 ikki at fáa ov nógvar skaðar og leikbann.