Ringa veðrið hevur stóra ávirkan á flogferðsluna hjá Atlantic Airways.
Fráferðirnar til Bergen og Keflavík eru nógv seinkaðar í dag, og tað ávirkar sjálvandi komurnar úr somu støðum eisini.
Ringa veðrið í dag ávirkar eisini flogferðsluna í morgin. Atlantsflog hevur júst sent tíðindaskriv út, har boðað verður frá, at fimm av fráferðunum og fýra av komunum í morgin eru seinkaðar.
Flogfarið til Keypmannahavn klokkan 08.15 er útsett til 13.00.
Flogfarið til Billund klokkan 09.55 er útsett til 12.30.
Flogfarið til Keypmannahavn klokkan 14.35 er útsett til 18.50.
Flogfarið til Edinburgh klokkan 15.20 er útsett til 17.50.
Flogfarið til Keypmannahavn klokkan 20.35 er útsett til 22.20.
Hetta merkir at hesar komurnar eru útsettar.
Flogfarið úr Keypmannahavn, sum skuldi lenda klokkan 07.20, kemur klokkan 16.50.
Flogfarið úr Keypmannahavn, sum skuldi lenda klokkan 13.25, kemur klokkan 19.50.
Flogfarið úr Billund, sum skuldi lenda klokkan 14.30, kemur klokkan 16.05.
Flogfarið úr Keypmannahavn, sum skuldi lenda klokkan 20.35, kemur klokkan 22.40.
Flogfarið úr Edinburgh, sum skuldi lenda klokkan 19.00, kemur klokkan 21.30.
Vónandi kemur flogferðslan í rættlag aftur sum skjótast, so øll koma væl heim til familjuna á jólum.