Tað var týsdagin, at breytin varð tikin í nýtslu, tá 13 ára gamla hálvføroyska skoytuprinsessan í Danmark, Emma Fríða Andersen, alment tók breytina í nýtslu.
Og síðani hevur verið gravgangur eftir at sleppa at skoyta – bæði tá breytin er alment opin seinnapartin og um kvøldið, men eisini í skúlatíð, tá breytin er ætlað skúlum, frítíðarskúlum og eitt nú barnagørðum millum klokkan 9 og 14.
Av býráðnum frættist, at skúlar og stovnar kunnu bíleggja tíð til skoytubreytina á telduposti til [email protected]
Skoytibreytin er annars opin fyri almenninginum yrkadagar millum kl 15 og 22, leygardagar millum 9 og 21 og sunnudagar millum 14 og 21.