Torben Kruse greiddi frá, at hansara lið av granskarum heilt avgjørt hevur áhuga í at granska í føroyskum ílegum. Teir hava áður saman við eitt nú August G. Wang, sálarlækna, granskað í føroyskum ílegum, og data frá hesi kanning eru í dag tøk. Talan var um eina verkætlan, sum á donskum bar heitið "Identifikation af sygdomsgener af betydning for udviklingen af psykiatriske sygdomme i den færøske befolkning". Talan var um eitt danskt-føroyskt samstarv, ið bleiv kallað Føroya-projektið.
Ógvuliga konsentrerað fólkaslag
Hans Atli Dahl segði, at ein av stóru fyrimununum hjá føroyingum er, at føroyska fólkið er ein ógvuliga "isolera populatión", og við teimum ættarbandsligu upplýsingum, sum finnast, er tað rættuliga lætt í mun til aðrastaðnis at finna fram til, hvagani eitt sjúkugen møguliga stavar í eini familju. Eisini liva vit føroyingar undir ógvuliga einsháttaðum umhvørvisligum ávirkanum. Hinvegin hava vit sera avmarkaðan kunnleika og førleika innan ílegugransking í Føroyum.
Royndirnar hjá granskurunum við Føroya-projektinum vístu eisini, at teir í fleiri førum høvdu staðfest, nær og hvussu eitt sjúkugen var komið inn í eina familju. Hetta hava granskarar eisini megnað aðrastaðnis í smáum og avsíðis liggjandi samfeløgum, men av tí at vit í Føroyum eru vesturlendingar, hava vit ein fyrimun í mun til fleiri av hinum, tí talan er um fjarskotin samfeløg við fólki av øðrum uppruna enn vesturlendskum.
Sjálvur hevur Hans Atli Dahl granskað í mannaílegum, síðani hann tók prógv innan øki í 1997. Á BitTinginum segði Hans Atli eisini, at eftir hansara tykki eru tað góðir møguleikar fyri ílegugransking í Føroyum.
Um tað hevði verið møguleika fyri at granska í Føroyum, tá ið eg bleiv liðugur at lesa, so hevði eg flutt heim tá. Men tað vóru tað ikki og eru tað framvegis heldur ikki. Eg haldi tó, at tá ið karmarnir eru lidnir, so finnast nógvir føroyingar, ið hava áhuga í at granska. Tað eru kanska ikki so nógvir, ið her og nú kunnu fara undir at granska, men fleiri ungir føroyingar lesa innan hetta øki, segði Hans Atli Dahl.