Nógvir mans umborð á Athenu

Í longri tíð hevur rættiliga nógv virksemi verið umborð á Athenu, sum Thor í Hósvík eigur. Skipið er ruddað, og nú er umvælingararbeiðið boðið út. Tá Portalurin var á bryggjuni í Runavík ein morgun í vikuni, bar ikki til at sleppa umborð á skipið.

Meðan vit stóðu undir skipssíðuni, fingu vit fatur á øðrum reiðaranum í Hósvík, Gunnbjørn Joensen, sum tá var staddur umborð á skipinum.

Gunnbjørn segði, at Articon hevði staðið fyri uppruddingararbeiðnum eftir eldsbrunan, og haraftrat hava fleiri smiðjumenn verið umborð, sum hava verið við til at gera skipið klárt til útbjóðingar.

- Arbeiðið er nú boðið út millum tvær fyritøkur í Føroyum og fyritøkur uttanlands.

Spurdur, hvussu hann metir útlitini vera til, at umvælingararbeiðið verður gjørt í Føroyum, helt Gunnbjørn, at tey eru góð.

- Arbeiðið er júst boðið út, og enn er ov tíðliga at siga, hvussu verður.

Gunnbjørn Joensen segði seg ikki duga at meta, hvussu umfatandi eldsskaðin er í peningi, men sum skilst, verður rættiliga nógv at gera við skipið.

- Nú uppruddingararbeiðið er farið fram, hava uppi 60-70 mans arbeitt umborð á Athenu, legði reiðarin í Hósvík aftrat.