Nógvir nýføðingar hava hjartasjúku

- Og nú doyggja líka nógvar kvinnur sum menn av hjartasjúku, vísa kanningar hjá danska Hjartafelagnum

Árni Joensen

Tað loypti hvøkk á fleiri, tá danska Hjartafelagið í vikuni kunngjørdi tøl, sum vísa, at talið á børnum, sum verða fødd við hjartasjúkum, hevði verið vaksandi seinastu árini. Somuleiðis kom tað óvart á mong, at sambært somu hagtølum hjá Hjartafelagnum eru tað í dag líka nógvar kvinnur sum menn, ið doyggja av hjartasjúkum.

Sambært granskingarleiðaranum hjá danska Hjartafelagnum vísa kanningarnar, at hjartasjúkur nú eru eins vanlig deyðsorøk hjá kvinnum sum hjá monnum. Munurin er bert, at kvinnurnar gerast sjúkar eini átta ella tíggju ár seinni enn menninir.

Tá saman um kemur, eru tað færri, sum doyggja av hjartasjúkum nú enn fyrr. Tað er í hvussu er tað, sum hagtølini siga, men sambært granskingarleiðaranum hjá danska Hjartafelagnum, Jørgen Videbæk, er ein orsøk helst, at tá deyðsorsøkin ofta verður staðfest sum ókend ella bráðdeyði, er talan um tað, sum fyrr bleiv skrásett sum hjartasjúka.


Nógv fleiri børn

Ein skelkandi upplýsing í hagtølunum hjá Hjartafel-agnum er, at munandi fleiri børn verða nú fødd við hjartasjúkum. Kanningar hjá felagnum vísa, at í tíðarskeiðinum frá 1978 til 1996 er talið á nýføðingum við hjartasjúkum vaksið heili 50 prosent.

Soleiðis vísa upplýsingar, at í 1978 blivu 175 donsk børn í aldrinum 0-1 ár løgd inn á sjúkrahús, tí tey høvdu hjartasjúku. Í 1996 var hetta talið komið upp á 300. Í danska Hjartafelagnum duga tey ikki at siga, hví so nógv fleiri børn eru sjúk í hjartanum, tá tey verða fødd.