Nógvir írar arbeiðsleysir

Í síðsta mánað var arbeiðsloysið í Írlandi 12,4 prosent, og so stórt hevur tað ikki verið síðani í februar í 1995. Tað sigur vinnumálaráðið í Dublin. Sagt verður, at nú ummánaðarskiftið vóru rúmliga 440.000 fólk skrásett arbeiðsleys ella 4.300 fleiri enn ein mánað frammanundan.

Vinnumálaráðið sigur, at higartil í ár hava knappliga 193.000 fólk mist arbeiðið og eru skrásett hjá arbeiðsloysisskipanini.

Írski forsætisráðharrin, Brian Cowen, hevur sagt, at arbeiðsloysið kemur eftir øllum at døma upp á millum 15 og 15,5 prosent um ársskiftið.