Tað gongur skjótt í føroyskum fótbólti. Manningarnar á liðunum hjá HB og GÍ, sum í morgin skulu spæla á Tórsvølli, eru bæði ein staðfesting av, at skiftingarnar millum feløgini eru nógvar, og av at bæði GÍ og HB hava verið og eru í einum ættarliðsskifti.
Tað eru tvey ár síðani, at HB var í finaluni, og tað eru fýra ár síðani, at GÍ var í finaluni. Hjá HB eru fýra framvegis í 1. deildarhópinum, sum vóru millum teir fyrstu ellivu, tá teir fyri tveimum árum síðani vunnu á KÍ. Teir eru Hans á Lag, Hallur Danielsen, Rúni Nolsøe og Andrew av Fløtum. Tríggir aðrir, sum vórðu skiftir inn ta ferðina, eru eisini við hesa ferð: Jóhannes Joensen, Rói Árting og Ingi Rasmussen. Málverjin Bárður Johannesen sat á beinkinum allar 90 minuttirnar, tá HB vann 2?0 á KÍ.
Tá GÍ tvær ferðir var í Gundadali í 1996 og stríddist við HB, áðrenn teir høvdu vunnið steypafinaluna, vóru fýra spælarar, sum fara á vøllin í dag, á liðnum. Teir eru Poul Ennigarð, Rúni Justinussen, Henning Jarnskor og Pauli Jarnskor. Sunvard Joensen sat á beinkinum allar 90 minuttirnar, og tað gjørdi Magni Jarnskor, sum var um at koma fyri seg eftir beinbrot, eisini. Jóan Petur Olsen, sum var við tá, er framvegis í 1. liðshópinum, men vit hava skilt tað soleiðis, at hann verður ikki førur fyri at spæla í morgin.
Í 1997 var GÍ aftur í Gundadali. Ta ferðina smurdu teir VB av. Ta ferðina var Sunvard Joensen málverji, og harafturat vóru Pauli, Magni og Henning Jarnskor og Rúni Justinusen ímillum teir fyrstu ellivu, og Jóan Petur Olsen kom á vøllin síðsta korterið.e;i gjørdist meira frígjørdir í framrættaða spælinum. Annar møguleiki hevði verið, at sett Jón Róa inn fyri ein miðvallara, so HB seinastu løtuna leikti við trimum áleyparum.
Nú er altíð lætt at vera eftirklókur, men tað er nú einaferð soleiðis, at tá spælt verður í eini steypafinalu, so mást tú satsa, um tú ert aftan fyri. At tapa við einum ella tveimum málum er so fullkomulia líkamikið.
GÍ var betri
Øll henda skrivingin um, hvat HB gjørdi rætt ella skeivt, skal tó á ongan hátt skiljast sum ein niðurgering av avrikinum hjá GÍ.
Leikararnir sýndui, at hóast teir ikki spæla sama ágangandi fótbólt, sum teir fyrr hava gjørt, so vita teir framvegis hvat skal til.
Í flestum lutum vóru teir tað lítla pettið hvassari enn mótstøðumenninir, og yvirhøvur spældur teir skilabetri. Vóru umstøður til at spæla róliga niðaneftir, so varð hetta gjørt. Skuldi bólturin bara vekk, so varð hetta gjørt. Ja, yvirhøvur høvdu teir tamarhald á dystinum teir allarflestu av teimum 90 minuttunum, sum vórðu leiktir.
»GÍ er nakað heilt fyri seg« varð sungið eftir dystin, og hesum kunnu vit bara geva fegnu viðhaldsfólkunum rætt í. Liðið, sum hevur myndað toppin av føroyskum fótbólti var av mongum avskrivað, tá vit komu út í juni mánað, og hóast teir neyvan verða føroyameistarar, so hava teir enn einaferð víst, at undrið í Gøtu langt ífrá er liðugt.
Finala um løgmanssteypið
HB-GÍ 0-1 (0-1)
0-1: Óli Hansen
Reytt kort: Helgi L. Petersen, GÍ
Dómari: Suni Johansen
HB:
Báråur Johannesen ? Jóhannis Joensen, Hans á Lag, Símun Eliasen, Janus Joensen ? Hallur Danielsen, Rúni Nolsøe, Rói Árting, Pætur Dahl ? Bárður Mortansson, Andrew av Fløtum
GÍ:
Sunnvard Joensen ? Pól Ennigarð, Bartal Eliasen, Martin Thomsen ? Leivur Hansen, Magni Jarnskor, Pauli Jarnskor, Helgi L. Petersen, Henning Jarnskor ? Óli Hansen, Súni Olsenm