Nógv hevur verið keypt í Rúsuni seinastu tveir dagarnar fyri nýggjársaftan. Fólk hava serliga lagt seg eftir at keypa sjampanju og brúsandi vín sum heild, sigur Ronnie Davidsen, handilsleiðari í Rúsuni í Havn.
Ronni Davidsen sigur, at fólk keypa meira og meira sjampanju til nýggjárið. Onkur sjampanjusløg blivu uppi, áðrenn Rúsan lat aftur seinnapartin í gjár. Kundar í øllum aldri vilja hava sjampanju. Tey vilja hava tað fínasta og besta til nýggjársaftan, sigur Ronnie Davidsen.
Sjampanjufløskurnar í Rúsuni kosta úr 237 krónum upp í 1.198 krónur. Sambært handilsleiðaranum í Havn selja tey mest av tí bíligari sjampanjuni, men eitt sindur dýrari sjampanja og onkrar av teimum allar dýrastu sjampanjufløskunum verða eisini keyptar.
Umframt at selja nógv av tí, sum brúsar, so selur Rúsan eisini nógv vanligt øl og rúsdrekka, tá nýggjárið nærkast.
Eisini hava tey lagt til merkis í Rúsuni, at føroyingar hava lyndi til at koma í allar síðstu løtu at keypa til nýggjárið. Seinnapartin í gjár var so stórt trýst á í Rúsuni í Havn, at starvsfólkið eina løtu noyddist at steðga kundunum at fara inn í handilin.
Ronnie Davidsen sigur, at tað gekk kortini skjótt av avgreiða kundarnar. Tað gekk ikki nógv meira enn eitt korter, áðrenn tað bar til at loyva kundunum at fara inn í handilin, sigur hann.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at tað hevur verið so nógv fólk í Rúsuni tann seinasta dagin, tey hava havt opið fyri nýggjár. Eisini onnur nýggjár hevur tað verið neyðugt hjá starvsfólkinum at steðga kundum, tí tað hava verið so nógv fólk í handlinum samstundis, sigur Ronnie Davidsen, handilsleiðari í Rúsuni í Havn.