Nógvir skúlanæmingar hjálpa til á Kósini

Hóast verkfallið á privata arbeiðsmarknaðinum gjørdist rættiliga drúgt, og fólk eftir verkfallið søgdu seg vilja at arbeiða í summar, eru tað kortini fleiri, sum vilja hava summarfrí um summarið. Tí er tað komið væl við hjá Kósini, at nógvir skúlaungdómar hava verið við til at havt virksemið gangandi, nú eingin steðgur bleiv í framleiðsluni

Fiskivinna

Kósin er eitt av teimum virkjum, sum plaga at leggja stilt nakrar vikur um summarið. Trý fylgjandi ár eru tey, sum arbeiða á virkinum, farin í summarfrí eina viku fyri ólavsøku og hava hildið frí til tvær vikur eftir ólavsøku.
Ætlanin var, at soleiðis skuldi eisini verða í ár, og hesum hevði leiðslan boðað frá. Men tá ið verkfallið gjørdist so drúgt, vórðu fólk eftir verkfallið spurd, um tey høvdu hug at arbeiða í summar, og her søgdu fleiri seg vera sinnað til tess. Tí avgjørdi leiðslan á Kósini ikki at leggja stilt í summar.
Á virkinum siga tey, at nógv fiskaarbeiði hevur verið, síðan verkfallið varð avblást, men framleiðsluorkan í summar hevur verið minni enn vanligt, tí so nógv fólk eru og hava verið í summarfrí.
- Tað hevur tí verið okkum ein stór hjálp, at nógvir skúlanæmingar hava tikið hond í við okkum í summar og hava viljað tjent sær nakrar krónur í frítíðini.
Fleiri enn 20 skúlanæmingar, bæði gentur og dreingir, hava arbeitt á Kósini í summar.
- Nøkur hava verið her áður, meðan onnur eru nýggj.

Jaspis og Ametyst

Mánadagin landaðu partrolararnir, Jaspis og Ametyst, góð 200.000 pund av upsa á Kósini. Skipini høvdu roynt á Bill Baily, og á Kósini siga tey, at upsin var góður.
- Nú framleiðsluorkan á virkinum er minni enn vanligt, røkkur hesin fiskurin til meginpartin av vikuni.
Sum skilst, hevur Kósin annars ikki keypt tær stóru nøgdirnar á uppboðssølu í vikuni.
Hvussu komandi dagarnir fara at roynast á Kósini, er ilt at siga, men nøkur av línuskipunum, sum hava ligið seinastu tíðina, eru nú farin útaftur.
Klakkur og Pison fóru miðskeiðis í hesi vikuni, og Jógvan S er í løtuni á Føroya Banka.
Væntandi kemur Jógvan S aftur av túri mánadagin komandi.

Pussa upp?

Á Kósini vita tey at siga, at nøkur línuskip hava ligið og pussað upp, og væntandi er gongd komin á aftur hjá teimum flestu, áðrenn langt um líður.
Fiskidagarnir munnu eisini fara at ganga undan, nú so lítið er eftir at hesum fiskiárinum.