Um eina góða viku byrjar nýtt skúlaár.
Samanlagt eru 56 skúlar í landinum við 6.869 næmingum, og hesir skúlar eru ógvuliga ymiskir til støddar.
Størsti skúli í landinum er Kommunuskúlin í Havn við 474 næmingum, og nakrir skúlar hava upp imóti tí í næmingatali.
Nógvir skúlar liggja í hinum endanum. 15 skúlar hava færri enn 10 næmingar. Í yvirlitinum hjá Mentamálaráðnum verður bara ein næmingur í trimum skúlum, tveir skúlar fara at hava tveir næmingar, og tveir tríggjar næmingar.
Hesi tøl skulu tó takast við fyrivarni, tí onkrar flytingar hava verið, síðan yvirlitið varð gjørt fyrr í ár. Tølini verða endurskoðað í september.
Eitt nú stendur í yvirlitinum, at bara ein næmingur verður í skúlanum i Fugloy næsta skúlaár, men har verða tríggir.