Nógvir tímar í bili við børnunum í summar?

Info hevur góð ráð til undirhaldið

Fer familjan at ferðast í bili í summar? Ofta eru túrarnir nakað langir hjá børnunum, og tey tíma ikki líka væl sum tey vaksu at sita í bili frá einum staði til eitt annað. Serliga um teinurin er langur. Tí er skilagott at leggja ferðina til rættis fammanundan – eisini undirhaldið til børnini!

 

 

Tað eru nógv góð hugskot til, hvat ein kann gera í bilinum, soleiðis at løturnar verða hugnaligar, og ótolandi spurningurin “nær eru vit har?” ikki verður endurtikin alt ov ofta. Her eru fimm boð:

 

 

1. Hvat djór hugsi eg um?

Ein av teimum, sum eru í bilinum hugsar um eitt djór og skal lýsa tað fyri hinum, sum síðani skulu gita, hvat djór hugsað verður um.

Dømi: Djórið er svart við ljósari ál undir búkinum. Tað heldur til í Norðurhøvum. Tað etur serliga høgguslokk. Undir Føroyum etur tað gullaks og svartkjaft. Tað verður umleiðs 6,5 metrar langt. Í Føroyum drepa og eta við hetta djórið. Nógv fólk kring heimin eru ill um, at vit drepa og eta hetta djórið.

Endamálið hjá hinum, sum eru í bilinum er at gita hvat djór hugsað verður um, og tey skiftast um at gita. Viðkomandi sum hugsar um djórið gevur bert eina ábending í senn.

 

 

2. Smíðið setningar saman

Tvey tykkara finna saman og velja ein kendan persón, sum tey saman skulu lýsa fyri hinum, sum sita í bilinum. Avbjóðingin er tó, at hvør tykkara bert sleppur at siga eitt orð í senn. Soleiðis skiftast tit um at siga eitt orð í part og soleiðis smíða saman setningar, sum greiða frá, hvør persónurin er, sum tit royna at lýsa.


Dømi: Hon. Er. úr. Gøtu. Og. Hon. Syngur. Væl. Hon. Hevur. Ljóst. Hár. Punktum. Hon. Er. Kend. Um. Allan. Heimin.

Tey sum smíða setningarnar saman mugu onkursvegna kunnu avtala, hvønn persón tey skulu lýsa – antin teska ella skriva ein seðil, so hini í bilinum ikki fáa tað við. Man kann eisini lýsa ting ella hugtøk á hendan hátt.

 

 

3. Ynskiløtan

Um tit við telefonini hava atgongd til netið og fáa knýtt hana at útvarpstólinum, so ber til at lurta eftir alskyns sangum, sum tit kenna og hava hug til at syngja við til. Hendan ynskiløtan gongur út uppá, at tit skiftast um at velja sangirnar, sum øll síðani njóta. Eisini ber til at avtala, at sangurin skal hava eitt ávíst minni knýtt at sær, sum tit síðani kunnu siga hinum í bilinum, áðrenn ella aftana at sangurin er spældur.

 

 

4. Gita orðatakið

Tey vaksnu nevna eitt orðatak, og børnini skulu gita, hvat tað merkir. Vita børnini til dømis, hví best er at binda um heilan fingur, hví bundin er barnamóðir, hví eingin kennir mein í annans bein ella, at tað, ið ungur nemur hann gamal fremur? 

Hetta er eitt stuttligt spæl, sum bæði vaksin og børn kunnu læra okkurt av í meðan spælt verður. Eisini er stuttligt at fáa samrøðuna í gongd um hesi ymisku orðatøkini, og um nær, hvar og hví tey vóru ella enn eru brúkt. Á heimasíðuni malrad.fo ber til at finna nógv føroysk orðatøk.

 

 

5. Bókstavarað

Ein í bilinum sigur bókstavaraðið innantanna inntil ein annar sigur steðga. Síðani skal hin siga, hvønn bókstav landað varð á. So snýr tað seg um at verða fyrstur til at nevna ein sang, sum byrjar við tí bókstavinum.

Til dømis, um landað varð á Í so kundi sangurin verið “Í bø eg gangi…” sum er fyrstu setningurin í sanginum “Sóljugentan”. Eisini kunnu tit avtala, um tit bert skulu nevna føroyskar sangir, ella um sangir á øðrum málum eisini eru við. Og so kann man syngja sangin saman eisini, um hugurin er til tað.