Nógvir um boðið

Henrik Larsen fegnast um, at tað í løtuni tykjast vera so nógvir leikarar, sum banka alsamt harðari á landsliðsdyrnar

Glasgow: Sum kunnugt, so var tað ímóti Skotlandi, at Henrik Larsen og føroyska landsliðið fóru undir inniverandi undankapping. Tað ferðina gekk tað sum so heilt væl, og hesaferð tykist Henrik Larsen eisini hava góðar vónir um, at tað fer at bera til hjá okkara at stríða seg til eitt gott úrslit.
- Tað er nokk einki at ivast í, at teir frá fyrta bríksli royna at leggja trýst á. Teir eru á heimavølli framman fyri sínum egnu áskoðarum, og ein javnleik fáa teir ikki brúkt til nakað sum helst. Men megna vit at fáa okkara spæl at koyra, soleiðis at vit halda teimum fyrstu løtuna, so kann jú nógv henda. Ikki minst um teirra áskoðarir so eisini vísa sína ónøgd.
Á Svangaskarði í fjør var tað serliga í síðunum, at tað gekst væl hjá okkum. Roknar tú við, at vit fáa eins gott pláss hesaferð?
- Nú mugu vit jú síggja, hvussu teir stilla upp, men vit mugu so gera okkara part.

Fleiri trýsta á
Enn hevur landsliðsvenjarin ikki gjørt av, hvørjar ellivu hann skal senda í eldin frá fyrsta bríksli. Men í mun til seinasta dystin, so hevur hann aftur Jákup á Borg og Fróða Benjaminsen at taka av, og at teir báðir byrja inni, tykist eingin ivi vera um.
- Tað er jú soleiðis í slíkum kappingum, at tá seinasti dystirnir skulu spælast, er næstan altíð onkur, sum er leikbannaður. Hesa ferð er tað so Christian Høgni, men tað er einki at ivast í, at tað er ein styrkur, at vit nú hava Jákup og Fróða aftur. Ta tíðina, sum eg havi havt landsliðið, hava teir í øllum førum verið millum teir, sum hava tikið størstu tøkini. Og teir tykjast eisini vera væl fyri í løtuni, so tað er einki at ivast í, at kappingin um plássini er økt.
- Hartil er eisini at fegnast um, at tað nú eru alt fleiri leikarar, sum banka alsamt harðari upp á landsliðsdyrnar. Jann Ingi hevur gjørt tað sera gott, tá hann hevur fingið møguleikan, og Tór-Ingar hevur gjørt nógv um seg í venjingunum, so vit fáa at síggja. Enn er ein venjing eftir, og tað verður so ikki fyrr enn eftir hana, at vit endaliga finna útav, hvussu liðið sær út. Men tað sær gott út í løtuni, segði Henrik Larsen at enda.