Nógvur toskur á uppboðnum í dag

Í dag vóru meiri enn 250 tons á uppboðssøluni hjá Fiskamarknaðinum, og tað mesta var frá línuskipum, sum hvødu roynt undir Íslandi og á Íslandsrygginum.

Knappliga 110 tons vóru av toski, og tá talan í stóran mun var um tosk undan Íslandi, var væl av stórum toski uppií. Men prísurin stóð ikki mát við støddina. Toskur I fór fyri 15,47 krónur í meðal, toskur II fyri 14,78 krónur, og meðalprísurin á toski III var 14,47 krónur.

Línuskipini høvdu góð 30 tons av brosmu, góð 25 tons av blálongu og seks tons av lira. Tað mesta av brosmuni var III'ari, sum fór fyri 8,76 krónur. Øll blálongan fór fyri 11,11 krónur í meðal, og lirin fór fyri 11,75 krónur fyri kilo.

Í dag vóru næstan 50 tons av svartkalva frá línuskipum og trolarum, og meðalprísurin var 20,14 krónur.

Tey 253 tonsini, sum Fiskamarknaðurin seldi í dag, vórðu seld fyri knappar 3,9 milliónir krónur.