Nógvur tungmálmur í juni

Keypmannahavn verður í juni karmur um konsertir við nøkrum av allarstørstu tungmálmsrisunum, tá Black Sabbath við Ronnie James Dio á odda, Korn, Black Label Society og Ozzy Osbourne vitja.

Tónleikur

Um tú ert ein av teimum, ið hevur tungmálm í æðrunum, so er Keypmannahavn í fyrru helvt av juni eitt dreymaferðamál. Herfyri gjørdist greitt, at Ozzy Osbourne vitjar í Forum, saman við upphitingarbólkunum Korn og Black Label Society 13. juni. Men longu eina viku frammanundan er møguleiki, at síggja kanska týdningarmesta bólkin í tungmálmssøguni Black Sabbath á sama palli. Bólkurin, ið Ozzy Osbourne var við til at stovna hevur verið til í ymiskum útgávum í 40 ár, og hevur givið eitt ótal av útgávum út. Í apríl kemur fløgan Heaven & Hell – The Dio years út, og tað er í klassisku Dio útgávuni av Black Sabbath, at bólkurin vitjar í Forum.

Avloysti Ozzy
Fyrrverandi Rainbow sangarin Ronnie James Dio avloysti upprunaliga Ozzy Osbourne í Black Sabbath í 1979. Her gjørdist talan um eitt samstarv millum ein tann best umtókta sangaran innan tungmálm, ið samstarvaði við bólkin, ið fann uppá tungmálm. Úrslitið av samstarvinum vóru tríggjar av tyngstu tungmálmsútgávunum, ið eru gjørdar. Heaven & Hell, Mob Rules, nú við Vinnie Appice á trummum, og konsertfløgan Live Evil. Ronnie James Dio fór síðan solo, og tók Vinnie Appice við sær, ein solokarriera, ið var sera væl eydnað. Black Sabbath helt somuleiðis fram, við m.ø. Ian Gillan og Tony Martin millum oddamennirnar.

Vildi ikki hita upp fyri Ozzy
Men í 1992 royndu Black Sabbath og Dio aftur eydnuna saman. Úrslitið varð Dehumanizer, ið var ein djørv fløga, ið royndi at hála bólkin inn í 90’árini, men sum ongantíð fekk ta væntaðu móttøkuna. Men konsertferðin var væl vitjað, og alt tyktist at vera frálíkt. Hetta var inntil Ozzy Osbourne bjóðaði Black Sabbath at hita upp fyri seg á tveimum risa stadion konsertum í Kalifornia. Hesar konsertir skuldu tá eftir ætlan vera tær allar seinastu hjá Ozzy sum einstaklingi (hetta vóru tær fyrstu farvæl konsertirnar hjá Ozzy, og vórðu tí tiknar við álvara). Hinir limirnir í Black Sabbath vildu fegin spæla, men Dio vildi ikki hoyra um at hita upp fyri ein fyrrverandi sangara í bólkinum, og fór burtur úr Black Sabbath aftur. Judas Priest sangarin Rob Hallford sang í hansara stað á hesum báðum konsertum.
Síðan hetta hevur Black Sabbath verið endurstovna við upprunamanning, umframt at Tony Martin, ið var oddamaður í 80’árunum hevur sungið á onkrari fløgu. Men nú er Dio aftur í bólkinum, ið er á eini longri konsertferð. Teir, ið mannað bólkin nú eru sambært gaffa.dk: Ronnie James Dio, Tony Iommi, Geezer Butler, Vinny Appice og Scott Warren.


Black Sabbath við Ronnie James Dio í Forum 6. juni, atgongumerki fáast í næstum á Billetnet.dk

Ozzy Osbourne, Korn og Blacklabel Society við Zack Wylde í Forum 13. juni, atgongumerki fáast á Billetlugen.dk