Útisetafelag
Í gjárkvøldið fóru Christian Høgni Jacobsen og liðfelagarnir hjá honum á 1. deildarliðnum í Vejle á heimavøllin í Nørreskóginum. Setningurin, sum skuldi greiðast, var uppgáva í fjórða uimfari í DONG Cup, sum danska steypakappingin verður nevnd. Mótstøðuliðið var HFK Sønderjylland. Hvussu tað gekk hjá Christian Høgna og teimum í tí dystinum venda vit aftur til í morgin.
Men eitt er fótbóltsspælið í Vejle. Nakað annað er fótbóltspolitiska stríðið, sum hevur verið uppi í fleiri ár, og sum aftur nú stendur í ljósum loga.
Áður hevur verið tosað um ? og nógv hava verið ímóti tí ? at Vejle á elitustøði skuldi leggjast saman við Kolding og Fredericia, og at tríkantsøkið harvið skuldi hava betri fyritreytir at profilera seg á hægsta støði. Men tað gekk ikki. Kenslurnar hjá teimum, sum stuðla og hyggja at, vildu ikki sum tey, ið á rokniarkinum sóu reyðu tølini á botnlinjuni, og so datt royndin niðurfyri.
Nú er eldur komin í aftur, tí tað er vorðið alment, at nevndin í Vejle aftur arbeiðir við ætlanum um samanleggin. Hesa ferð hava teir vent sær burtur frá tríkantinum. Ístaðin ætla teir at legga saman við grannunum fyri norðan. Horsens hevur eisini lið í næstbestu deildini. Hvørki felagið verður mett sjálvt at vera ført fyri at fáa fíggjarligt grundarlag til vega fyri liðið í superliguni ? tað verður roknað við, at 13-14 milliónir suklu fáast til vega ? men tey, sum eru fyri ætlanunum, rokna við, at um 1. deildarliðini verða løgd saman, so fer tað at bera til.
Ætlanirnar eru sum at rætta hundi brand. Á heimasíðuni hjá Vejle viðhaldsfólkunum eru tey ikki blíð. Tað er væl skiljandi, tá ætlanirnar verða fataðar, sum um tað í Føroyum høvdu verið B36 og HB, sum skuldu leggja saman!
Býráðsformaðurin í Vejle, hann eitur Flemming Christensen og er úr SF, sigur í Vejle Amts Fokeblad, sum er eitt slag av Norðlýsi, at ætlanirnar lutka av panikki stutt undan afturlatingartíð. Vejle hevur í løtuni ongan høvuðsstuðul, ongan stjóra og ongan sponsorseljara, og nevndarformaðurin hevur boðað frá, at hann ætlar sær ikki at taka við afturvali.
Men í Vejle nevndini standa teir við sínar ætlanir. Teir duga ikki at ímynda sær aðra loysn fyri at koma aftur í superliguna, enn at leggja saman við grannunum. Spurningurin er so, um arbeiðsgevarinhjá Christian Høgna Jacobsen fer at vera til í bestu ella næsbestu donsku fótbóltsdeildini um eitt ár.