Teir eru komnir í nakað væl av vindi, og seinasta samdøgurið hava teir róð gott og væl 87 kilometrar - ella 30 kilometrar styttri enn í gjár. Mett verður, at teir skulu rógva omanfyri 100 kilometrar um samdøgurið, skal tað roknast sum ein góður dagur.
Á heimasíðuni www.trip.fo ber til at fylgja við royndini hjá Livari Nysted og hinum at royna at sláa metið í at rógva tvørtur um atlantshavið. Hetta metið er 114 ára gamalt og ljóðar upp á 55 dagar. Teir rógva úr New York til Bishop Rock við Scilly oyggjarnar, har tíðin verður steðgað.