Tað hevur verið rættiliga nógvur vindur í gjárkvøldið og í nátt, men hesa ferð sluppu vit at kalla púra óskalað undan storminum.
Nakrir fáir vindskaðar hava verið, men talan hevur verið um smáting. Onkrar plátur eru loysnaðar, umframt at byggitilfar hevur fokið runt í storminum. Onkrastaðni er ein vindskeið loysna á Tvøroyri fór ein rútur ígjøgnum.
Løgreglan sigur, at bjargingarlið hava fingið boð um hendingarnar og hava tikið sær av tí. Í klaksvík sleit ein lítil útróðrabátur endarnar, men fólk vóru hjá honum beinanvegin og bjargaðu støðuni, áðrenn nakar skaði stóðst av.
Tað er eisini rættiliga nógvur vindur summastaðni í morgum og beint nú eru tríggjar ávaringar um storm, tað er á Gjáarskarði, har hann er upp í 25 metrar um sekundið, og á Heltnini í Oyndarfirði og á Norðradalsskarði, har hann er væl yvir 30 metrar um sekundið.
Men í morgin verður aftur eitt nos, tí hann veksur vindin í morgin ári, til á miðdegi, tá ið hann verður upp í 25 metrar um sekundið av suðuri, men so minkar hann aftur.