Tað er nakað av vindi í støðum kring landið í morgun. Í Eysturoynni eru nakað av vindi í støðum. Tað eru upp í 25 m/s á Gjáarskarði, 29 m/s á Oyndarfjarðarvegnum og 25 m/s á Kambsdali.
Í Streymoynni er eisini nakað av vindi. 30 m/s á Norðradalsskarði, 22 m/s á Streymnesi, á Høgareyni og á Velbastaðhálsi. Í Suðuroynni er eisini vindhart í morgun. 30 m/s á Fámjinsvegnum, 25 m/s á Porkerishálsi og 28 m/s í Hvalba.
Danska veðurstovan DMI sigur annars um veðrið í dag, at tað verður upp í 18 m/s av suðri í støðum í dag, i kvøld minkar vindurin til 3 - 7 m/s. Skýggjað og regn, hitin millum 4 og 7 stig. Í kvøld fellur hitin til millum frostmarkið og 2 stig, og tað fer at vera vátakavi.