Nógvur vindur um vikuskiftið

Tað verður fitt av vindi um vikuskiftið við møguleika fyri regni.

 

Í dag verður andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi, 8-13 m/s, í støðum upp til hvassan vind, 15 m/s. Í nátt veksur hann vindur upp í hvassan vind ella strúk, 15-20 m/s, ið seinni minkar. Tað verður skiftandi skýloft við ælum. Hitin fer at liggja millum fimm og tíggju stig.

 

Leygardagin verður strúkur í vindi, 8-13 m/s, sum seinni út á dagin minkar niður í eitt gul til stívt andøvsgul, 5-10 m/s.
Dagurin byrjar við regni, men seinni út á dagin klárnar í. Um kvøldið og um náttina verður skýggjað við sirmi og mjørka og regnælum. Hitin alt døgnið fer at liggja millum fimm og tíggju stig.

 

Sunnudagin verður eitt andøvsgul upp í ein strúk í vindi av útsynningi og suðri, 8-13 m/s, sum út á dagin veksur upp í skrið, 13-18 m/s. Skýggjað við møguleika fyri regni. Hitin fer at liggja um 10 stig.