Kappingin hjá monnunum hevur fyri tað nógva sæð út sum ein kapping um at koma í FM-finaluna ímóti kollfirðingum, men nú Neistin sær út til at vera komin fyri seg, er spurningurin, um ikki alt fer at líkjast meira síðsta vetri, tá tað vóru hesi bæði liðini, ið áttu bæði FM- og steypafinaluna.
Mikukvøldið fekk Neistin arbeitt seg væl innaftur, eftir at VÍF – akkurát sum ímóti KÍF síðsta leygardag – átti betru byrjanina. Bara ein lítil løta var farin av seinna hálvleiki, so hevði Neistin bart seg upp á javnt og yvirhálaði so mitt í hálvleikinum vestmenningar, ið restina av dystinum sluppu at renna aftaná.
Eisini hoyvíkingar vístu seg frá síni bestu síðu, tá teir á útivølli vunnu sannførandi á StÍF og tí hava sett seg á triðfremsta plássið á stigatalvuni. H71 var stórt sæð á odda allan samlan dystin á Skála, og sum nú sær út, eru hoyvíkingar kanska einasta liðið, ið kann kappast við hini bæði fremstu.
Triði dysturin, sum var millum Team Klaksvík og Kyndil, endaði við, at klaksvíkingarnir fyri fyrstu ferð taptu á heimavølli. Team Klaksvík átti fyrra hálvleik og Kyndil seinna, men tað rakk altso til sigurs hjá teimum grønu, ið spakuliga eta seg upp úr botninum.
- - -
Neistin - VÍF 32-25 (13-16)
Neistin: Teitur Magnusson 8, Heini Hanusarson 7, Sjúrður Thomassen 5, Josef Abrahamsen 4, Andras Joensen 4, Finnur Hansson 3, Jugoslav Djumic 1
VÍF: Áki G. Olsen 9, Bjarti Hansen 5, Andrias Eriksen 3, Agnar Joensen 3, Sámal Joensen 2, Niels Andreasen 1, Bárður Brimvík 1, Ingi Olsen 1
StÍF - H71 27-33 (13-16)
StÍF: Jógvan Berg 6, Jógvan G. Joensen 5, Jóannes Prestá 5, Erland B. Danielsen 3, Marius Joensen 3, Steinar Prestá 2, Fríði Djurhuus 1, Høgni Jensen 1, Allan Norðberg 1
H71: Hallur Biskopstø 7, Halgir Dahl Olesen 6, Hans Kári Hansen 5, Ári J. Olsen 5, Blagoje Buha 4, Rani V. Højgaard 3, Dánjal Tórgarð 2, Bogdan Florea 1
Team Kl. - Kyndil 25-27 (13-12)
Ongar upplýsingar tøkar
um málskjúttar