Nú er tað loksins komið har til, at klárt er at rinda teimum familjunum í Føroyum, sum eru ringast fyri, eitt serligt familjuískoyti.
Hetta var eitt mál, Løgtingið samtykti beint fyri jól, men tað hevur drigið út at fáa skipanina at rigga, so at stuðulin kundi gjaldast út.
Fyri næstan tveimum mánaðum síðani, upplýsti Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, fyri Løgtinginum, at á hevði Almannaverkið fingið 293 umsóknir um stuðul frá fátækum barnafamiljum.
Hvussu nógvar umsóknir afturat, vita tey ikki á Almannaverkinum, men tey siga, at tað eru komnar nógvar umsóknir afturat.
Men málsviðgerð er ikki byrjað fyrrenn nú, tí at Kt skipanirnar hjá Almannaverkinum vórðu ikki klárar.
Men nú sigur hallur Thomsen, depilsstjóri á Almannaverkinum, at KT skipanin er farin at virka, og at tey eru farin at undir arbeiðið at viðgera umsóknirnar, sum eru komnar inn.
Tey vistu, at KT skipanin tók sína tíð at gera, so hetta hevur gingið sum ætlað, sigur depilsstjórin.
Í gjár fingu 13 tær fyrstu familjurnar ískoyti goldið og tær skuldu havt tað á kontu í dag.
Men gongst sum ætlað, eru allar umsóknirnar avgreiddar um 14 dagar, og so skuldi viðgerðin verðið reglulig eftir tað og tilsamans eru 8,3 milliónir settar av á fíggjarlógina til endamálið
Familjuískoytið er í mesta lagi 18.000 krónur um árið til stakar uppihaldarar, ið búgva einsamallir við einum barni. Til hjún, og samlivandi, er ískoytið 22.000 krónur um árið og fyri hvørt barnið aftan á tað fyrsta hækkar ískoytið við 5.000 krónur.
Hallur Thomsen sigur, at upphæddirnar, sum nú er goldnar eru ógvuliga ymiskar.