Nú hava tey fingið nýtt navn

Navnið skal vísa ta tign og tann heiður, tað hevur uppiborðið

 

Heimatænastan og eldraøkið í Vágum eitur nú Vesturvón.  Tað varð avdúkað á samkomu í dag, har eldraøkið í Vágum fekk nýggjan samleika og nýtt búmerki.

– Vesturvón skal vísa ta tign og tann heiður, ið eldraøkið hevur uppiborðið, sigur Jóngerð M. Nielsen, stjóri í Vesturvón í eini fráboðan.

##med2##

Navnið, Vesturvón, er vælkent úr vinnulívinum í Vágum og tí tað var partur av eini kollvelting av føroyska trolaraflotanum síðst í 1960unum. Tí fegnast tey um, at at gamla navnið aftur kemur til heiðurs og æru.

Við íblástri úr náttúruni sigur búmerkið frá um træið, ið er sprottið úr jørðini. Træið hevur staðið sterkt í logn og í ódn stilli og tað veksur enn dag um dag.

##med3##

– Træið ímyndar vísdóm, vøkstur og lívið. Í trænum hómast eitt menniskja, ið frøist og hevur armar sínar upp um høvd, siga tey.

##med4##

Í samleikanum er ein reyður litur, sum er heystligur, men frískur og sterkur. Heystligi liturin ímyndar aldurdómin. Grønu bløðini eru nú vorðin reyð og gullig á at líta, men tey eru har enn.

Liturin verður tó nýttur á ein siðiligan og penan hátt, uttan at vera ov beinleiðis. Liturin er frískur, kátur og livandi, siga tey.

##med5##