Nú hava vit fingið heilt aðrar møguleikar

-Nýggja vaktar- og bjargingarskipið Brimil, kann slett ikki samanberast við Tjaldrið, tí tað gevur okkum heilt aðrar møguleikar

- Hetta er eitt skip, sum ikki á nakran hátt kann samanberast við Tjaldrið

Jákup Múller, skipari á Brimli er sera væl nøgdur við nýggja vaktarskipið, sum vit nú hava bygt í Noregi.

- Hetta er eitt skip, sum gevur okkum heilt aðrar møguleikar fyri leiting og bjarging enn Tjaldrið hevur givið okkum.

Sjálvur heldur hann, at Brimil fer at økja um trygdina á sjónum. Eitt nú kann hann leggjast púra stillur og blíva liggjandi har, mestsum av sær sjálvum- tað er alt automatiskt.

Hann hevur eisini infrareyðar leitarar, sum ger, at tað ber til at finna fólk, sum flóta í sjónum í bølamyrkri, ella eru dottin oman, bara tey eru á lívi og geva varma frá sær. Hann kann eisini gera tað lættari at finna ein bát hóast hann hevur mist streymin og øll ljós eru slóknað, bara motorurin gevur eitt sindur av hita frá sær.

Hann sigur, at teir royndu hendan infrareyða leitaran ein royndartúr. Teir settu hann ímóti einum farmaskipi og teir sóu motorrúmið týðiligt, skorsteinin og somuleiðis lampurnar umborð.

Hjá manninini á Brimli eru sera góðar umstøður, eitt nú hevur hvør maður egið baðiverilsi og wc, uppihaldsrúmini eru sera noslig.

Samstundis hava skúlanæmingarnir fingið avbera góðar umstøður. Tað høvdu teir ikki umborð á Tjaldrinum, tí har var sera trongt og tað kundi føra til gnagingar viðhvørt.

Einasti vandi hann sær, er at nú verður tað so hugnaligt hjá hvørjum manni at vera inni hjá sær sjálvum, at tann sosiala samveran, sum hevur verið umborð á Tjaldrinum kann fánað eitt sindur.

Men hann vísur eisini á, at tað fer at krevja vælvanda manning at fáa fulla nyttu burturúr skipinum,so tað fer at krevjast góð venjing.


Rætt at byggja

Tá ið tað varð avgjørt at byggja Brimil, vóru tey mong sum hildu, at tað var rættari at keypa ella leiga Beskytteren, tí tað var ein nógv bíligari loysn.

Men hesum er Jàkup Múller ósamdur í.

-Beskytteren var góður til fiskiveiðieftirlit. Men hann er óbrúkiligur til nógvar av teimum uppgávum, sum vit hava, ikki minst til leiting og bjarging.

Hann hevði t.d. eina bógskrúvu, men hon var so veik, at hon tørnaði ikki skipið frá bryggju í meiri vindi enn 10 metrum um sekundi. Einaferð, vit royndu skipið í Vágum, var tað akkurát so, at hann kom runt í sjey metrum um sekundið.

Beskytteren var eisini so illa útgjørdur, at tað skuldu minst trý fólk til at leggja hann at bryggju. Vanliga brúktu tey sjey fólk at leggja Beskytteren at.

Jákup Múller sigur eisini, at Beskytteren var sera dýrur í rakstri. Tí haldi eg samanumtikið, at tað var rætt at byggja eitt nýtt skip, tí Beskytteren var ógvuliga illa útgjørdur til okkara brúk. Hann er eisini ov stórur til at arbeiða undir landi.