Nú hava vit rætt at blanda okkum uppí

?Tað er heilt óhoyrt, at privatir arbeiðsgevarar blanda seg uppí samráðingar á almenna arbeiðsmarknaðinum, sigur Ingeborg Vinther.

?Endamálið kann bara verða at skapa enn størri ruðulleika á arbeiðsmarknaðinum....

Fleiri fakfeløg á privata arbeiðsmarknaðinum hava tikið tað illa upp, at Føroya Arbeiðsgevarafelagið hevur lagt seg uppí samráðingarnar á almenna arbeiðsmarknaðinum.

Hóast formaðurin í Føroya arbeiðsgevaraelag avsannaði í Sosialinum í gjár, at teir skuldu havt einfingur við í spælinum, tá ið fíggjarmálstýrið vrakaði seinasta semingsuppskotið, tvíhalda fakfeløgini um, at tað er so.

Arbeiðsgevararnir skuldu serliga vera ímóti, at tann lægsti lønarbólkurin, sum er tann sjeyndi, verður strikaður, og øll flutt upp í áttanda flokk, tí teir stúrdu fyri, at S&K fór at krevja tað sama á privata arbeiðsmarknaðinum.

Ingeborg Vinther sigur, at hetta er ein sera óheppin uppílegging í viðurskifti, sum privatu arbeiðsgevararnir onki hava við at gera.

? Hetta kann bara vera fyri at skapa ruðulleika á arbeiðsmarknaðinum. Men er tað hetta teir vilja, skulu teir fáa ruðulleika.

Hon sigur, at hetta er ikki fyrstu ferð at privatu arbeiðsgevararnir leggja seg út í tær almennu samráðingarnar

?Teir gjørdu tað eisini tá ið sáttmálin hjá Føroya Tele varð gjørdur. Tá var skrivarin í Føroya Arbeiðsgevarafelag ráðgevari, og øll vita, at tað var hann, sum góðkendi sáttmálan saman við Karsten Hansen.

Ingeborg Vinther sigur, at endamálið er helst at syrgja fyri, at lønarbatarnir ikki verða ov stórir á almenna arbeiðsmarknaðinum fyri at teir sjálvir kunnu sleppa lættari tá ið samráðingar verða á privata arbeiðsmarknaðinum.

Men hon sigur, at tey fara til samráðingar, púra óheft av tí, sum hendir á almenna arbeiðsmarknaðinum.

Fimm feløg siga í yvirlýsing hóskvøldið, at nú privatu arbeiðsgevararnir hava lagt seg út í viðurskifti á almenna arbeiðsmarknaðinum hava tey sama rætt at leggja seg úti, eisini við beinleiðis tiltøkum. Feløgini eru Føroya Arbeiðarafelag og handverkarafeløgini í Havn, í Vági og á Tvøroyri og Havnar Arbeiðskvinnu-felag. Sí yvirlýsingina aðrastaðni í blaðnum.