Tað plagar at vera úti í stóru verð, at tað hoyrist um sorgarleikir og vanlukkur í sambandi við fótbólt. Sunnudagin kom hetta eitt sindur nærri føroyska veruleikanum. Fleiri føroyingar taldust millum áskoðararnar í Parkini í Keypmannahavn, tá ið FCK spældi móti Viborg.
Miðskeiðis í 2. hálvleiki, tá ið støðan framvegis var málleysur javnleikur, og stutt eftir at FCK liðformaðurin, Bo Svensson, hevði sæð reyða kortið, bríkslaði dómarin púra óvæntað. Norski miðvallarin hjá FCK, Magne Hoseth, hevði gjørt dómaran varðugan við, at okkurt var spinnandi galið. Ein áskoðari var dottin niður av ovaru áskoðaraplássunum og tóktist hava tað alt annað enn gott.
Vaktarfólk komu skjótt á staðið. 24 ára gamli FCK viðhaldsmaðurin varð í skundi fluttur á Ríkissjúrkahúsið, og dómarin gjørdi av, at dysturin skuldi ikki takast uppaftur. Sunnukvøldið komu boðini um, at ungi maðurin var deyður. Danski fótbóltsheimurin er skelkaður, og á middegi í gjár gjørdi DBU av, at dysturin skal ikki takast uppaftur. Liðini fáa eitt stig í part fyri málleysa javnleikin.
Í vikuskiftinum verður tøgn í ein minutt, áðrenn farið verður undir dystirnar í superliguni.
Fótbólturin týdningurleysur
Føroyski FCK spælarin, Todi Jónsson, hevur leingi verið skaddur. Hann var ikki í Parkini sunnudagin. Hann sat við hús og fylgdi við í sjónvarpinum, og hann er skelkaður av tilburðinum sunnudagin.
- Tá ið tú kemur út fyri sovornum tilburði, so verður fótbólturin settur í ógvuliga týdningarleysa støðu. Vit eru allir skelkaðir av hesum, staðfestir Todi Jónsson.
Todi hevur eina ferð áður verið vitni til støðu og tilburð, sum tað varð tosað og skrivað nógv um. Tað var ta ferðina, tá ið norski stjørnuspælarin hjá FCK, Ståle Solbakken, undir venjing var úti fyri hjartasteðgi. Ta ferðina eydnaðist tað at bjarga lívinum, tí Ståle beinanvegin kom undir læknahond. Tilburðurin hevði við sær, at Ståle helt uppat at spæla fótbólt.
Enn røkist einki fyri, at Todi Jónsson verður førur fyri at spæla fótbólt aftur. Hann hevur skjótt í níggju vikur verið plágaður av liðbandsskaða í knænum.