Hoyvíkingar hava í kvøld ein gyltan møguleika at leggja seg tungt á annað plássið í Atlantic Airways deildini, tá teir fáa vitjan av Neistanum.
Bara eitt stig er frá H71 á øðrum plássi til Kyndil á fimta plássi. Hoyvíkingar hava á pappírinum lættastu uppgávuna um vikuskiftið av liðnum, sum tríðast um annað plássið, ið gevur atgongd til FM finaluna.
H71 fær í kvøld vitjan av Neistanum, sum hevur átta stig á sætta plássi. Men verður hesin dysturin á nakran hátt ein endurtøka av steypadystinum millum liðini, sum endaði við teprum sigri til H71 eftir umdyst, so verður tað ein javnur og spennandi dystur.
Í morgin verður dystur millum VÍF-StÍF og KÍF-Kyndil.
Atlantic Airways deildin:
Í dag:
H71 - Neistin 18.00
Sunnudagin 13. jan
VÍF StÍF 16.00 (Beinleiðis á Rás2)
KÍF Kyndil 16.00 (Beinleiðis á Rás2)