Í annaðkvøld fær Liverpool vitjan av West Ham, tá verður tað gyltur møguleiki hjá Liverpool at leggja seg einsamalt á odda.
Í dag hevði Chelsea vitjan av Arsenal, sum seinastu vikurnar hevur staðið seg illa í landskappingini.
Tað hilnaðist væl hjá Arsenal, sum vann 2-1. Eftir hálvan tíma gjørdi Arsenal sjálvmál, og eftir ein tíma skoraði Arsenal tvær ferðir. Í báðum førum var Robin van Persie málskjútti.
Fyrr í dag vann Manchester United 1-0 á útivølli ímóti Manchester City. Einsamalla málið skoraði Wayne Rooney stutt undan steðginum. Hetta var mál nummar 100 hjá unga manninum fyri meistararnar.
Tjúgu minuttir fyri leiklok sá Cristiano Ronaldo gult fyri aðru ferð, men hóast yvirmannað, so eydnaðist tað ikki heimaliðnum at vinna úrtøku.
Hjá Aston Villa hevur tað gingið væl, men í gjár megnaði Birmingham liðið ikki meiri enn málleysan javnleik á heimavølli ímóti Fulham.
Úrslit:
Wigan-WBA 2-1
Stoke-Hull 1-1
Middlesbrough-Newcastle 0-0
Aston Villa-Fulham 0-0
Sunderland-Bolton 1-4
Manchester City-Manchester United 0-1
Portsmouth-Blackburn 3-2
Tottenham-Everton 0-1
Chelsea-Arsenal 1-2
Í morgin
Liverpool-West Ham
Chelsea og Liverpool 33, Manchester United 28, Arsenal 26, Aston Villa 25, Hull 23, Everton og Portsmouth 22, Bolton 20 og Fulham og Wigan 19, Stoke 18, Manchester City og West Ham 17, Tottenham, Newcastle og Sunderland 15, Blackburn 13 og West Bromwich 11.
Øll liðini hava spælt 15 dystir uttan Liverpool, Manchester United, Fulham og West Ham (14).