FC Barcelona og Atletico Madrid deildu í kvøld stigini á einu tómum Camp Nou leikvølli í Katalonia. Við javnleikinum hevur Real Madrid tveir trumfar í hondini í meistarastríðnum, sum næskast endanum. Real Madrid hevur eitt stig fleiri og hevur spælt ein dyst færri.
FC Barcelona var annars á odda tvær ferðir í dystinum í kvøld. Fyrst gjørdi Diego Costa sjálvmál, men Atletico Madrid javnaði upp á brotsspark. Í seinna hálvleiki legði Lionel Messi FC Barcelona aftur á odda við sínum máli nummar 700, men aftur gjørdi heimaliðið brotsspark. Aftur skoraði Saul Niguez fyri gestirnar.
Tað hevur verið rokaligt seinastu tíðina í FC Barcelona. Nýggi venjarin, Quique Setien, hevur roynt at sett sín dám á liðið, men úrslitini hava ikki verið góð. Tað ljóðar eisini sambært fleiri sponskum miðlum, at tað eru innanhýsis ósemjur í felagnum. Bæði í hópinum og í leiðsluni.
##med2##