Upptakt
Hósdagin í síðstu viku hevði Skála vitjan av føroyameistarunum í fjør. B36 noyddist til Havnar aftur við 1?1 javnleiki. Tað var sjálvsagt vónbrot hjá meistaraliðnum bara at megna javnleik ímóti uppflytarunum. Men tað hava longu verið fleiri ábendingar um, at uppflytararnir eiga eitt so mikið gott lið, at tað eru møguleikar fyri, at aðrir enn meistararnir fara at verða snýttir.
2. hvítusunnudag er møguleiki hjá Skála at arga silvurvinnararnar frá í fjør. Tá skal Skála spæla í Gøtu, har GÍ eigur fyrsta heimadystin á árinum.
Mathias Davidsen hevur sera skjótar og snildar álopsspælarar, sum kunnu gera uppgávuna hjá GÍ miðverjuni torføra. Her verður m. a. hugsað um Alexander Johansen og Jonhard Frederiksberg. Tað er kortini ivasamt, um Jonhard verður við ímóti GÍ. Ímóti B36 brákaði hann eitt rivjabein, og í vikuni hevur hann ikki vant saman við hinum. Bogi Gregersen er upplagdur avloysari.
Álitið í miðverjuni hjá GÍ, Bartal Eliassen, fekk heilaskjálvta í 2. hálvleiki, tá GÍ hósdagin í síðstu viku var í Runavík. Bartal spældi alla tíðina, men síðani tá hevur hann verið noyddur at hvíla seg. Tað verður kortini roknað við, at Bartal verður førur fyri at spæla 2. hvítusunnudag.
Felags fyri GÍ og Skála er, at tey hava ikki vunnið í hesum kappingarárinum. GÍ hevur spælt javnt á Toftum og tapt í Runavík. Skála hevur tapt á Eiði og spælt javnt á heimavølli ímóti B36.
Gamlir kenningar við aftur
Hópurin hjá GÍ hevur verið rættuliga tunnur seinastu vikurnar. Tað hevur havt við sær, at Jóan Petur Olsen, sum hevur ætlað sær at gevast við fótbóltinum, og tískil hevur vant millum lítið og einki, hevur verið noyddur at spæla, og tað hevur hann megnað sera væl.
Nú sær ljósari út hjá Johan Nielsen og hansara monnum. Súni Olsen er komin aftur úr Hollandi. Hann er loystur úr sáttmálanum, sum hann hevur havt við Zwolle, og tað er eingin ivi um, at hann verður á vøllinum frá fyrsta bríksli 2. hvítusunnudag. Einasta forðingin fyri hesum verður tað, um spæliloyvið ikki verður komið úr Hollandi.
Tað er greitt, at Poul Ennigarð verður á GÍ liðnum 2. hvítusunnudag. Poul hevur seinastu árini í sambandi við útbúgvingina verið nógv á tekniskum skúla í Danmark. Nú er útbúgvingin liðug, og Poul Ennigarð verður tískil aftur fastur fúsur í GÍ verjuni.