Nú er 5 ára gamli Bergur farin at flenna eftir teknifilmunum hjá sær í øðrum støðum, enn hann plagdi at gera. Fyrr vóru tað bara myndirnar, sum kundu fáa hann at flenna, men nú kann hann fyri fyrstu ferð hoyra stuttligu ljóðini, sum ljóma aftur við Tom og Jerry, og tað hevur givið honum eina nýggja verð at leita inn í.
Tá Bergur Nón var hálvt ára gamal fingu foreldur hansara at vita, at hann var rørslutarnaður og deyvur. Men fyri tveimum vikum síðani hoyrdi hann fyri fyrstu ferð.
- Vit hava longu sæð eina broyting, men tað ganga eini trý ár áðrenn vit vita, hvussu endaliga úrslitið av skurðviðgerðini verður, sigur Elna Nón, sum er mamma Bergur, og sum býr saman við manni sínum, Johnny, í
Runavík.
Eisini tveir synir hjá Tórhalli Áslaksson og Turid Askham á Argjum hava fingið somu skurðviðgerð, og bæði knapt 1 ára gamli Fríði og 8 ára gamli Dánial hoyra nú.
- Tað er longu hent størri framstig, enn vit høvdu vónað frammanundan, og vit hava mót uppá, at tað skal blíva enn betur, sigur Turid Askham.
Sonur hennara, Dánial, er farin at smílast, tá hann hoyrir poppbólkin, Vengaboys.
Nýggj tøkni
Tær báðar familjurnar vóru um mánaðarskiftið juni/juli í Hannover, har serkønur lækni setti tað, tey rópa Cochlea Implant, inn í oyra á dreingjunum.
Hetta er nýggj tøkni, sum ger at deyv kunnu hoyra. Hvussu væl tey koma at hoyra er ymiskt frá fólki til fólk, men umráðandi er, at skurðviðgerðin verður gjørd so tíðliga sum gjørligt.
Ein leiðari verður lagdur inn í oyrasnigilin, og hann skal geva boð til hoyrisentrið í heilanum. Við oyrað verður eitt tól opererað inn undir húðina, og uttaná er síðani eitt tól afturat, sum magnetar við tólið inni undir húðini.
Tólið, sum situr uttan á høvdinum, verður drivið av einum lítlum streymveitara, og tólið skal so uppfanga ljóð.
Hendan tøknin er nýggj, men hevur verið roynd í nøkur ár við góðum úrslitum, og nú vóna foreldrini at teimum føroysku børnunum, at tey fara at fáa ein nýggjan møguleika at samskifta við síni børn, og at tey, sum ikki duga teknmál, eisini kunnu samskifta við tey.
Fingu vón úr Danmark
Tá foreldrini hjá Bergi Nón fingu at vita, at sonur teirra var deyvur og rørslutarnaður, komu tey skjótt á sporið av Cochlea Impant. Síðani hava tey stríðst fyri, at sonur teirra kundi fáa hetta tól í oyra.
Í 1998 var ein danskur serpedagogur í Føroyum og kannaði Berg, og hann helt, at góðir møguleikar vóru fyri, at Bergur kundi skurðviðgerast á sjúkrahúsi í Århus. Men hóast foreldrini hjá Bergi fingu góðar vónir eftir vitjanina hjá danska læknanum, gjørdist skurðviðgerðin í Danmark til einkis, tí sjúkrahúsið hevði ymsar umberingar fyri, at tað skuldi lata seg gera.
Síðani fingu Elna og Johnny samband við eitt sjúkrahús í Hannover, sum spesialieraði seg í Cochlea Implant, og tað var av hesum sjúkrahúsi, at tey í fjør fingu boðini um, at Bergur kundi skurðviðgerast hjá teimum. Hesi boðini fingu foreldrini hjá Fríða og Dániali eisini.
28. juni fingu Fríði og Dánial skurðviðgerðina í Hannover, og 3. juli fekk Bergur sítt i tól í oyra.
Óvæntað ljóð
Eftir skurðviðgerðina skuldu børnini fyrst koma fyri seg, men fyri tveimum vikum síðani vóru nýggju tólini sett til.
- Tað var stuttligt at síggja, hvussu Bergur reageraði, tá tólið varð sett til, og hann hoyrdi fyri fyrstu ferð. Tað sást á honum, at okkurt óvæntað hendi. Hann hugdi rundan um seg, sum fyri at spyrja, hvat sørin var hatta, greiðir Elna Nón frá.
- Nú vóna vit, at Bergur kemur kunna siga nøkur orð og at skilja tað, sum vit siga við hann. Higartil hava vit bara kunnað samskift við teknmáli, men nú royna vit alla tíðina at tosa við hann. Tað er sum at byrja við smábørnum, tey skulu læra tað heilt frá grundini av, sigur mamman.
At byrja við skulu dreingirnir hava ljóðinntrykk av alskyns slagi, og Bergur, ja, hann er serliga fegin um klokkuljóð, tí tá hann hoyrir tey, fer hann at smílast.
Umframt vónina um, at Bergur kann koma at tosa eitt sindur og skilja, hvat fólk tosar um, er eisini møguleiki fyri, at hann kemur at styrkjast á annan hátt. Rørslurnar broytast, tá børn fara at hoyra, og tað gerst meira áhugavert at venda sær og fylgja við, tá onkur ljóð eru at hoyra.
- Týskvøldið hugdi Bergur fyri fyrstu ferð eftir Dagur og Viku. Tað hevur hann ongantíð tímað áður, tí hann hevur einki hoyrt. Nú hoyrir hann so mikið, at hann tímir at sita í friði, tá vit hyggja eftir tíðindasendingini, og tað var stuttligt at uppliva, sigur Johnny
Fingu góða hjálp
Besti møguleikin fyri einum góðum úrsliti við Cochlea Implant er, um skurðviðgerðin verður gjørd so tíðliga sum gjørligt.
- Vit vita ikki, hvussu nógv Dánial, sum er 8 ára gamal, kemur at fáa burtur úr skurðviðgerðini, men vit vóna tað besta. Hinvegin er helst størri møguleiki fyri, at Fríði, sum er 11 mánaðir, kann fáa nógv burtur úr, og hann er eisini longu farin at geva ljóð frá sær, sigur mamman, Turid Askham.
- Vit vita ikki, hvussu væl teir koma at skilja ljóð, men vit síggja longu ein mun, hóast tað bara eru gingnar nakrar vikur, síðani tólið var sett frá, sigur hon.
Næstu tvey árini skulu teir tríggir dreingirnir nakrar ferðir til Hannover, har neyðugu innstillingarnar skulu gerast við tólunum. Tey verða so líðandi koyrd harðari frá, so dreingirnir fáa møguleikan at venja seg spakuliga við at hoyra.
- Vit hava fingið ómetaliga stóra hjálp frá barnalæknanum, Ulrike Steuerwald. Hon hevur allatíðina trúð upp á, at dreingirnir kundu fáa nakað burtur úr skurðviðgerðini, og uttan hana hevði hetta als ikki komið so langt. Hon syrgdi eisini fyri, at vit av fyrstan tíð komu í samband við sjúkrahúsið í Hannover, sigur Elna Nón.
Umframt hjálpsama barnalæknan, hevur internetið eisini verið hent, tá foreldrini hava leitað eftir upplýsingum.
Tað hevur verið ein langur vegur, og næstu árini fara at vísa, hvussu nógv teir tríggir dreingirnir fáa burtur úr skurðviðgerðini.
Men longu nú er vent í holuni.
Teir deyvu dreingirnir hoyra.