Kommunutilmæli
Asbjørn Djurhuus, formaður í Føroya Kommunufelag, var til framløguna av tilmælinum um nýggjan kommunureform, sum varð lagdur fram seinasta fríggjadag.
Í morgun var Føroya Kommunufelag á fundi í Kvívík og viðgjørdi tilmælið, men vit hava ikki havt høvi at hitt felagið eftir fundin.
Náðitíðin stytt
Í gjár hittu vit Asbjørn Djurhuus í telefonini.
- Eg haldi, at álitið, sum nú fyriliggur, líkist nógv tí fyrra kommunuálitinum, tí sonevnda Grøna-álitinum, sum kom í endanum av nítiárunum. Hetta vóru tríggjar bøkur. Lagt varð upp til sjálvbodna samanlegging, men eydnaðist tað ikki at fáa kommunurnar at leggja saman sjálvbodnar, skuldi hetta sambært álitinum gerast við lóg eini 3-4 ár seinni. Við í nevnda áliti var, at eldraøkið skuldi leggjast út til kommunurnar at umsita – og eftir tað skuldi so skúlaøkið eisini leggjast út til kommunurnar.
Asbjørn vísir á, at í nýggja tilmælinum er ”náðitíðin” stytt, sum hann málber seg.
- Nú skal alt ganga skjótari fyri seg. Vit fáa eitt ár til samanlegging, og síðan skal skúlaøkið fyrst leggjast út og síðan eldraøkið.
Formaðurin í Føroya Kommunufelag sigur, at útjavningarskipan millum kommunur eisini var við í fyrra tilmælinum, men í nýggja álitinum eru ymisku útrokningarnar nógv meira nágreiniligar, og ítøkiligari verður víst á, hvussu hetta kann gerast.
Neyðug útjavning
Sjálvur heldur Asbjørn ikki so nógv um samanlegging við lóg, men hann heldur kortini, at útjavningarskipanin, sum er við í hesum tilmæli, er avgerandi neyðug.
- Samfelagið er nú einaferð soleiðis uppbygt, at øll hava ikki somu møguleikar til alt. Um eitt nú toskaveiðan varð steðgað, hevði hetta rakt ávís økir í landinum nógv meira enn onnur. Sama er við kommununum og teimum møguleikum, tær hvør í sær hava. Tí er neyðugt við eini útjavning.
Hann heldur, at nýggja álitið er vegurin fram, tó at smakkurin í munninum við tvungnari samanlegging ikki júst er tann, honum hóvar best.
- Skal ein samanlegging, sum skotin verður upp við sjey ella níggju kommunalum eindum og við einari hóskiligari útjavning, eydnast, er neyðugt, at hetta er ein ”pakki”, sum ikki broytist, um politiskir meirilutar á tingi broytast. Tað ber ikki til at leggja kommunur saman og síðan broyta ætlaða grundarlagið undir eini slíkari samanlegging. Hetta leggur arbeiðsbólkurin eisini dent á í sínum áliti, sigur hann.
Okkurt at gera
Asbjørn vísir á, at skulu kommunur leggja saman, er eisini neyðugt at geva teimum okkurt at gera. Annars er eingin meining við slíkari samanlegging.
- Tað er ov stutt skygt bara at semjast um samanlegging, tí í sjálvum sær gevur tað lítla og onga meining. Her er í fyrsta lagi neyðugt við einari skilagóðari útjavning, umframt tað, at eindirnar skulu hava okkurt at gera, sum hann tekur til. Tí er eisini avgerandi neyðugt, at samanhangur er í ætlaða ”pakkanum”, soleiðis sum arbeiðsbólkurin skjýtir upp.
Formaðurin í Føroya Kommunufelag heldur, at tíðin til samanlegging, sum skotin er upp, er ógvuliga stutt, og hann sigur seg stórliga ivast í, um hetta yvirhøvur letur seg gera.
- Eg haldi, at samstarvið við barnaverndunum vísir okkum, at kommunur saktans kunnu arbeiða saman, um tær fáa okkurt at samstarva um, og eg ivist onga løtu í, at vit høvdu fingið eina náttúrliga samanlegging, um kommunur fingu eitt nú skúlaøkið og eldraøkið at arbeitt saman um.
Havnin ov stór
Formaðurin í Føroya Kommunufelag heldur eisini, at Tórshavnar Kommuna er vorðin ivaleysa stór í hesum kjakinum um samanlegging.
- Persónliga kundi eg hugsað mær, at eitt nú Sandoyggin varð knýtt upp í Havnina, samstundis sum Kollafjørður bant seg upp í økini norðanfyri.
Asbjørn vísir á, at myndin yvir inntøkuviðurskifti hjá borgarum í ymisku økjunum í landinum er púra skeiv, sum hann tekur til.
- Hyggja vit at inntøkuviðurskiftinum í eitt nú Suðuroy, Sandoy og Norðoyggjum, liggja inntøkurnar fyri hvønn íbúgva væl lægri enn í høvuðsstaðarøkinum. At Tórshavnar Kommuna noyðist at rinda nógvan pening í eini møguligari útjavning, vísir bara, hvussu skeiv myndin er, og hvussu býtið av teimum møguleikum, sum landið hevur at bjóðað, er, leggur hann aftrat.
Hann ásannar kortini, at Tórshavnar kommuna sum høvðsstaðarkommuna sjálvandi hevur ein útreiðslutørv knýttan at øktu møguleikunum.
- Eg eri ikki ímóti, at høvuðstaðarkommunan hevur eitt sindur størri rásarúm, tí Havnin er høvuðsstaðurin hjá okkum øllum, og vit kenna okkum øll sum føroyingar at eiga ein lut í Havnni, eisini eg sjálvur. Men neyðugt er við eini útjavning, og hon skal vera einføld og rættvís og á eini stødd sum munar.
Eisini onnur lond
Asbjørn Djurhuus vísir á, at øll lond rundan um okkum, sum hava framt samanleggingar av kommunum, hava útjavningarskipanir – alt eftir, hvussu bygdir og býir liggja geografiskt, og hvørjir møguleikarnir annars eru.
- Vit í Føroya Kommunufelag hava nýliga verið á vitjan í Noregi og hava hugt at samanlegging har. Vit vitjaðu økir, har lagt er saman – og eisini økir, har enn ikki er lagt saman. Summar kommunur hava sjálvbodnar lagt saman við øðrum kommunum, tí tær annars væntaðu at koma saman við kommunum, sum tær kanska ikki ynsktu at koma saman við. Í øðrum økjum vóru tey bara ikki komin á mál við samanlegging, men væntaðu, at samanlegging fór at koma í nærmastu framtíð, sigur hann.
Ikki ávíst tal
Formaðurin í Føroya Kommufelag sigur, at hann hevur ongantíð gjørt sær nakra endaliga meining um, hvussu stórt talið av kommunalum eindum í framtíðini skal vera.
- Hinvegin haldi eg, at eitt tal sum sjey ella níggju eindir, soleiðis sum arbeiðsbólkurin skjýtir upp, ljóðar rættiliga hóskiligt, sigur Asbjørn Djurhuus.