Mangan hoyra vit veðurtíðindi frá mátarunum hjá Landsverki, tí hesir vísa, hvussu veðrið er her og nú. Men nú sigur Landsverk, at sum nakað nýtt ber nú eisini til at fáa 24 tíma veðurforsagnir um veðrið kring landið frá flestu veðurstøðum.
- Landsverk hevur í dag 27 veðurstøðir, sum alt samdøgrið dagføra og upplýsa um vind, hita, ætt, vætu, lufttrýst og annað. Upplýsingarnar frá Landsverki um veðrið á heimasíðuni, appini og í útvarpinum stava frá teimum mongu veðurstøðunum. Fleiri av teimum eru eisini útgjørdar við vevmyndatóli, soleiðis at til ber at síggja vegirnar á heimasíðuni hjá Landsverki ella í fartelefonini. Forsagnirnar eitt samdøgur fram fáast við at fara inn á veðurkortið á forsíðuni á landsverk.fo. Har sæst nú tíma fyri tíma, hvussu veðrið fer at hátta sær kring landið, skrivar Landsverk á heimasíðuni í dag.
- Vit fegnast um at kunna bjóða føroyingum hesa nýggju tænastuna. Tað er eitt stórt framstig, tí í ivaveðri ert tú oftani ótryggur at koyra frá A til B og bert kenna koyriumstøðurnar her og nú. Koyrilíkindini kunnu vera fín árla á morgni, meðan tað seinni kanska ikki er koyrandi. Landsverk veitir nú hesa tænastuna, sum kann fáa bilførarar at kenna seg tryggari, sigur Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki.
- Tað kann eisini hugsast, at hendan nýggja tænastan kemur væl við summarhálvárið í sambandi við tilrættislegging av útferðum og tiltøkum sum heild. Tá ber til at kanna veðrið á heimasíðuni hjá Landsverki eitt samdøgur frammanundan og finna útav veðurlíkindunum runt um í landinum næsta samdøgrið. Skulu regnklæðini, heita troyggjan og húgvan ella kanska sóltoppurin finnast fram? Ella er kanska neyðugt við einari presending til planlagda tiltakið, tí veðurforsøgnin boðar frá regni? Í einum landi sum Føroyum, har vit oftani eru so bundin av at vita, hvussu veðrið skikkar sær, eru slíkar tænastur verdar áhaldandi at menna, og tað er júst hetta, Landsverk miðvíst hevur lagt seg eftir at gera. Steðgað verður ikki her, tí arbeitt verður eisini á øðrum frontum við betri kunning til tey ferðandi í eitt nú vetrarhálvuni. Málið er, sum altíð, at bilførarar skulu kenna seg so tryggar sum til ber, tá farið verður út at koyra á landsvegakervinum, skrivar Landsverk.
Innan stutta tíð verður sama tænasta tøk á appini hjá Landsverki. Hetta verður lýst alment, tá tað er klárt. Fimm av teimum 27 veðurstøðunum vísa ikki forsagnir. Tað eru veðurstøðirnar á Syðradali, í Mykinesi, á Glyvursnesi, í Skopun og á Krambatanga.