2. deild
Tað eru teir so væl kendu marginalarnir, sum ofta vísa seg sum avgerandi í fótbólti. Sjálvir mundu toftamenn annars halda, at teir ikki hava havt hesar marginalar so øgiliga nógv í sín lut hetta kappingarárið. Millum annað kendu teir seg eiga sigurin uppibornan, tá B71 í vár fór av Svangaskarði við øllum. Og heldur ikki kundi tað tilskrivast frúnni Fortunu, tá Julian Johnsson eftir bara triðing av kappingarárinum noyddist á skaðalistan fyri restina av árinum.
Hálvkiksað mál
Men leygardagin var øðrvísi. Kanska hevði B68 havt yvirvág í spæli, men eftir at Birgir Joensen hevði lagt FS Vágar á odda 2-1, var tað B71, sum var á uppflytingarkós. Og í veruleikanum sá ikki út til, at B68 hevði so øgiliga nógv eftir í sær, tó at teir fyrr í dystinum høvdu havt sínar møguleikar.
Men hvussu var tað nú við marginalunum. 11 minuttir fyri leiklok fullur teir aftur til toftamenn. Øssur Jacobsen hevði bóltin í vinstra brotsteigarhorni. Hann dróg eitt sindur, áðrenn hann royndi seg við annars kalda høgra-beininum. Málverjin helt seg neyvan fáa teir stóru trupulleikarnar av skotinum, men tá bólturin so bar við verjuspælara, legði hann seg til rættis mitt í málinum. 2-2, og B68 hevði aftur beina kós uppeftir.
Tann støðan helt sær eisini tað, sum eftir var dystinum. Og sum so eisini uttan teir stóru trupulleikarnar. Ikki minst eftir at Vágamenn høvdu mist Sonna Johannesen, tá hesin fekk beinleiðis reytt fyri grova eftirtackling.
Talan var sum heild um ein rættiliga intensan dyst, har tað kanska vóru vertirnir, sum leikliga vóru omaná, men har heimamenninir so sanniliga eisini vístu tenn.
Tað eydnaðist eisini Sonna Johansen at leggja FSV04 á odda miðskeiðis í fyrra hálvleiki, men longu minuttir eftir hevði Óli Olsen javnað fyri B68.
Toftamenn vóru eisini eftir hetta teir, sum skaptu stórstu kjansirnar, men tað tóktist, sum vildi bólturin ikki inn. Eftir steðgin vóru tað eisini gestirnir, sum byrjaðu klárt betri, og serliga átti Jann Ingi Petersen at skorað, tá hann heldur valdi fiksu loysnina við hælinum. Og so svaraðu vertirnir brádliga aftur.
Birgir Joensen hevur í ár verið ein støðug hóttan framman fyri mótstøðumálinum, og tað var eisini hannn, sum var meistari fyri málinum, tá hetta kom. Ein skotfinta sendi fyrsta toftamannin á halan, og tá Birgir so meddaði til úr 16 metrum, var Albert Sævarsson í tofta-málinum púrasta prísgivin.
Tann støðan helt sær so, til tað restaðu 11 minuttir, men við málinum syrgdu Øssur Jacbsen fyri, at B68 nú hevur allar møguleikar at ogna sær gullmerkini í deildini. Hetta um teir í seinasta dystinum vinna heimadystin móti GÍ. Ein uppgáva, sum átti at latið seg gjørt, tá havt verður í huga, at GÍ bert hevur ognað sær tað eina stigið higartil í ár.
Tað merkir so samstundis, at B71 eftir øllum at døma aftur má taka til takkar við silvurplássinum annað árið á rað. Leygardagin gjørdi B71 annars sína skyldu, tá teir vunnu 6-3 á útivølli móti B36, men einsamalla stigið, sum B68 fekk við sær úr Sandavági, vunnu teir ikki aftur kortini.
Í botninum hevur B36 enn møguleikan at taka Royn aftur, men sannlíkindini tykjast tó ikki góð hjá árstalsfelagnum. Royn var aftur fyri tapið hetta vikuskiftið, tá teir vitjaðu í Sumba, meðan LÍF hinvegin slapp sær heilt úr niðurflytingarvandanum. Hetta tá teir vunnu 4-1 á GÍ í einum dysti, har bæði liðini endaðu teir 90 minuttirnar við níggju monnum á vøllinum.
Seinasti dysturin var í Havn, har AB vann stórsigur á HB. Heili 6-0 gjørdist úrslitið, og við fýra av málunum hjá AB syrgdi Súni Fríði Barbá fyri, at hann nú er ovastur á máltindinum. Tað plássið hevur annars hoyrt til Clayton Soares størsta partin av árinum, men seinastu dystirnar hevur ikki borið heilt so væl til hjá honum. Og samstundis hevur Súni Fríði mest sum skorað uttan íhald. Og tað sigur væl eisini nakað um týdning hansara fyri liðið, at hann hevur skotið ikki færri enn 26 av teimum 48 málunum, sum AB hevur fingið í ár!