Verkfallið
Nú kann verkfallið hjá skiparuum og stýrimonnunum við teimum almennu skipunum, gerast drúgt.
Tað stúrir Ellintur Abrahamsen, formaður í Skipara- og navigatørfelagnum, fyri, eftir at aftur ein semingsroynd miseydnaðist nú um vikuskiftið.
Tað var seinnapartin hósdagin at semingsfólkini, Fríða Patursson og Ole Guldborg Nielsen, kallaðu partarnar saman í enn eini roynd at finna eina loysn á verkfallinum, sum hevur lagt øll Strandfaraskipini, umframt skipini hjá Vaktar- og Bjargingartænastuni og fiskirannsóknarskipið, Magnus Heinason.
? Kanska høvdu semingsfólkini vænta, at tað fór a bera til at finna semju, nú tað eydnaðist at finna semju við Maskinmeistarafelagið, heldur Ellintur Abrahamsen.
Men hann sigur, at semingsroyndin varð miseydnað, tí tað vísir seg, at tað er akkurát líka langt ímillum partarnar nú, sum tað altíð hevur verið.
? Eg veit ikki, hvat vit vórðu kallaðir saman til, tí tað kom onki semingsuppskot á borðið, sigur hann.
Við Útvarpið søgdu semingsfólkini, at tey kannaðu møguleikarnar í einar 12 tímar, men tá ið tað varð greitt, at partarnir ikki nærkaðust hvørjum øðrum, góvust tey, uttan at leggja nakað semingsuppskot fram.
Samstundis boðaðu tey frá, at nú fóru tey ikki at gera fleiri semingsroyndir ta fyrstu tíðina
Ellintur Abrahamsen sigur, at nú aftur ein semingsroynd er miseydnað, kann henda, at verkfallið verður drúgt.
? Broytist støðan ikki munandi, er onki endamál at hittast aftur, sigur hann. Hann væntar tískil ikki, at semingsfólkini fara at kalla partarnar saman aftur uttan so, at onkur ávirkar tey til at gera eina roynd afturat.
Lá langt frá
Ellintur Abrahamsen sigur, at hóast onki semingsuppskot varð lagt fram, varð kortini arbeitt við ymsum tølum.
? Men tað var framvegis so langt frá tí, sum vit kundu góðtaka, at har var onki at gera.
Hann heldur kortini, at Skipara- og Navigatørfelagið gjørdi eina roynd. Hann sigur, at felagið bjóðaði sær til at gera tvey ella trý ára sáttmála ístaðin fyri ein hálvtannað árs sáttmála, sum higartil hevur verið upp á tal.
? Í tí sambandinum bjóðaðu vit okkum til at slaka í krøvunum tað fyrsta árið uppá at fáa nakað innaftur seinni, men tað hjálpti ikki, sigur Ellintur Abrahamsen.