Higartil hava 27 rúmdarmenn verið á mánanum ella í ringrás um hann, men nú fáa tey fyrstu ferðafólkini eisini møguleikan at koma mánanum nær - eisini hinumegin. Gongst sum ætlað verður tann fyrsta leiguferðin til mánan um trý ár. Sjálvum rúmdarfarinum standa russar fyri, men tað er eitt privat ferðavinnufelag, sum skipar fyri ferðini.
Space Adventures hevur royndir við at senda ferðafólk út til altjóða rúmdarstøðina, og nú heldur felagið, at tað er ikki annað enn náttúrligt, at mánin verður tað næsta ferðamálið. Felagið hevur spurt seg fyri hjá summum av teimum, sum hava verið á mánanum ella ferðast rundan um hann, og Buzz Aldrin, sum var við á teirri fyrstu mánaferðini, sigur, at nú kunnu privatfólk fáa ein møguleika at teljast millum teirra, hvørs nøvn frameftir verða sett í samband við 21. øld.
Russiskar ætlanir
Space Adventures ásannar, at tað kann tykjast burturvið at tosa um at senda ferðafólk upp til mánan. Tí hevur felagið hugt eftir, hvussu russar ætlaðu sær at gera fyri at sleppa upp á mánan fyrr enn amerikanararnair, og tekniskt byggir ætlanin hjá Space Adventures tí í stóran mun á ta russisku ætlanina.
Rúmdarfarið, sum skal brúkast til ferðina, er at kalla tað sama, sum russar gjørdu í sambandi við teirra mánaverkætlan í 1960-árunum. Russar fullførdu kortini ongantíð ætlanina, tí hon fór fyri bakka, tá teir fyrstu amerikanararnir settu seg mánan í 1968.
Tey flestu hildu tá, at amerikanararnir vóru langt framman fyri russar í kappingini um mánan, men í veruleikanum kundu russar gjørt tað sama nakrar vikur seinni.
Tvey ferðafólk
Ætlanin hjá Space Adventures er at senda eitt Soyuz-rúmdarfar út til mánan frá útskjótingarstøðini, sum russiska rúmdarumsitingin hevur í Baikonur í Kasakhstan. Umborð verða trý fólk, ein rúmdarmaður og tvey ferðafólk.
Tá farið er komið á ta røttu kósina og ta røttu ringrásina um jørðina, skal tað bindast saman við eitt annað far, soleiðis at tað verður betri pláss umborð. Harafturat kemur hitt farið við brennievni til sjálva mánaferðina. Hetta verður gjørt, tí at Soyuz-førini hava ikki nóg mikið av brennievni til at sleppa út úr tyngdarmegini hjá jørðini, men hetta setir eisini størri krøv til ferðina og ger hana eisini dýrari.
Soyuz-farið skal ikki í eina fasta ringrás rundan um mánan, sum Apollo 8 fór. Ætlanin er harafturímóti, at farið skal gera eina ferð rundan um mánan, og hetta er mett at taka umleið ein tíma. Tað vil siga, at ferðafólkini fáa bara tann eina møguleikan at skoða mánan, men sambært fyrireikarunum er tað ríkiligt til at gera ferðina til eina uppliving fyri lívið. Øll mánaferðin er mett at taka knappar níggju dagar.
Eitt pláss tøkt
Sambært Space Adventures hava fleiri longu bílagt pláss til mánan, og ein kendur persónur hevur keypt annan ferðaseðilin til ta fyrstu ferðina. Felagið vil ikki siga, hvør viðkomandi er, men sigur, at tað snýr seg um ein persón, sum tey flestu hava hoyrt um.
Hinvegin vilja fyrireikararnir ikki siga nakað um, hvørt nakar hevur víst áhuga fyri hinum plássinum á teirri fyrstu ferðini ella ikki. Men Space Adventures lýsir framvegis við ferðini, so enn er plássið eftir øllum at døma tøkt.
Men ætlanin hjá Space Adventures er ikki sloppin undan atfinningum. Tað er ikki júst tað, at fólk kunnu finna uppá at brúka so nógvar pengar til at stuttleika sær við, men heldur tann tekniski parturin av ferðini. Nøkur av teimum, sum hava skil fyri rúmdartøkni, halda, at útgerðin er ov tung til ta ætlaðu ferðina. Men tann trupulleikin kann kanska loysast við at seta hámark fyri, hvussu nógv ferðafólkini kunnu viga.