Jógvan á Lakjuni leggur nú uppskot um bygging av nýggjum fiskivinnuskúla í Vestmanna fyri løgtingið Málið um nýggjan fiskivinnuskúla í Vestmanna hevur fingið drúgva umrøðu, men nú eru so útlit fyri, at byggingin kann fara í gongd.
Nýggj licitatión hevur verið og tilboðini komu inn fríggjadagin. Skúlin verður nú heldur dýrari enn upprunaliga ætlað, hann fer nú at liggja um 29 mió. kr.
Men tað týdningarmesta er kortini, at tá málið er samtykt í løgtinginum, kann spakin setast í og byggingin byrja, segði Jógvan á Lakjuni við heimasíðu Fólkafloksins mánadagin.