Nú kemur frostið

Í dag fer eitt lágtrýst yvir Grønlandsfjørðinum í ein eystan, yvir Ísland, og tilhoyrandi brúgvaløg fara yvir Føroyum seint týsdagin. Síðani streymar aftur ein sterkur streymur av vestri. Hósdagin kemur lágtrýstið inn yvir Føroyar og síðani víðari yvir í Norðhavið og Skandinavia.

 

Í dag

Hvassur vindur ella skrið av vestri og útsynningi, 15 til 20 m/s, seinnapartin makar hann vindin niður í hvassan vind av útsynningi og suðri, 15 m/s, men í kvøld øtlar hann aftur vindin upp í skrið, 15 til 20 m/s. Samdrigið og ælaveður, um kvøldið skýggjað og regn. Í nátt verður strúkur í vindi upp í skrið av útsynningi, 13 til 18 m/s. Tað klárar í, tó verður okkurt æl, lutvíst við vátaslettingi. Hitin millum 5 og 10 stig.

 

Mikudagin

Strúkur í vindi upp í skrið av útsynningi og vestri, 13 til 18 m/s Um náttina makar hann vindin í gul til stívt andøvsgul av vestri og útsynningi, 5 til 10 m/s. Yvirhøvur skýggjað og ælaveður, lutvíst vátaslettingur ella kavi og møguliga heglingur og tora. Hitin millum 2 og 6 stig, um náttina millum frostmarkið og 5 hitastig.

 

Hósdagin

Hann makar vindin í lot til andøvsgul av útsynningi, 3 til 8 m/s. Út á dagin verður eitt lítið lot av ymsum ættum, men út á náttina øtlar hann aftur vindin av landnyrðingi og norðri. Samdrigið og ælaveður, lutvíst við vátaslettingi ella kava. Hitin um daign millum frostmarkið og 5 hitastig, um náttina millum 3 kuldastig og 4 hitastig.

 

Fríggjadagin, leygardagin og sunnudagin

Lot til andøvsgul av norðri, 2 til 7 m/s, stundum eitt lítið lot av ymsum ættum. Samdrigið og okkurt æl, lutvíst við vátaslettingi ella kava. Hitin millum 2 og 6 stig, í støðum niður í nøkur kuldastig.