Nú kemur gongd á Spinnaríið

Fyrr í ár samtykti býráðið í Klaksvík viðtøkurnar fyri Sjálvsognarstovnin Spinnaríið – og nú verða fyrstu krónurnar eisini í grunnin.

Á býráðsfundi í Klaksvík í gjárkvøldið var stuðul til byrjanarútreiðslur eitt av málunum.

Grunnurin søkti á sinni um eina játtan til hetta, og nú er líkt til at játtanin verður funnin við at flyta nakrar upphæddir millum konto’ir.

Sum skilst er ætlanin í fyrstu syftu at tryggja bygningin og umstøðurnar annars í sambandi við ognina, og til tær fyrstu útreiðslurnar sum ein nýstovnaður grunnur altíð hevur.