Nú kemur Prix fløgan

Fríggjadagin í komandi viku kemur á marknaðin fløgan við tónleiki frá Prix Føroyar finaluni

Hóast fløgan við tónleiki frá Prix Føroyar finaluni ikki verður til keyps, fyrr enn í næstu viku, so eru nakrar framleiddar í Føroyum, sum finalubólkarnir og onnur hava fingið.

Á lítlari samkomu í Norðurlandahúsinum hóskvøldið varð fløgan løgd fram og handað bólkunum. Jógvan Jespersen, útvarpsstjóri, handaði Fróða Vestergaard fyrsta eintakið Útvarpsstjórin minti á, at Fróði var mondulin, sum alt tiltakið dragaði um.

Jógvan Jespersen segði, at í fløguni, sum kemur fríggjadagin, verður eitt hefti á einar 20 síður, har lesast kann um bólkarnar og tiltakið. Annars kom hann eisini inn á, hvussu nógv Prix tiltakið hevur ment seg hesi árini, ið kappast hevur verið. Hann fegnaðist um, at útvarp og sjónvarp eru komin uppí part í hesum tiltakið, sum Norðurlandahúsið byrjaði og hevur høvuðsábyrgdina av. Fíggjarliga liggur tiltakið í dag millum eina hálva og eina heila millión, metti Jógvan Jespersen.


Góðska

Síðani var høvi at hoyra fløguna. Samstundis sást á stórskýggja frá beinleiðis sendingnini hjá Svf finalunkvøldið, har ljóð av fløguni var sett til. Og gleðiligt er, at ljóðgóðskan er sera góð á hesi livefløguni.

Fróði Vestergaard takkaði Útvarpinum fyri fløguna. Hann takkaði eisini øllum lutakandi tónleikarum, eisini teimum, ið ikki komu í finaluna, tí uttan teir gjørdist eingin Prix kapping. Fróði metti, at eini 64 bólkar hava luttikið hesi árini, tiltakið hevur verið. Hann minti somuleiðis á, at tað ikki bert skal snúgva seg um at kappast, men eisini skal tað vera stuttleiki uppi í.

Fróði segði, at allir luttakandi bólkar gera vart við seg, um so bert ein gerst vinnari. Í dag vita t.d. øll hvør Tangz er.


Koma í útlendskt blað

Ein av týdningarmiklu broytingunum á finaluni í ár, í mun til undanfarin ár, var at útlendsk fólk innan tónleikin komu hendaveg at lurta, døma og frætta um føroyskan tónleik.

Ein blaðmaður frá stóra danska tónleikablaðnum Musikeren (Troels Skjærbæk, bassleikari í Inside The Whale), var millum útlendsku gestirnar. Hann fer í næstu útgávuni av Musikeren at skriva um Prix Føroyar finaluna.

Fríggjadagin komandi ber til at ogna sær frálíka tónleikin frá finaluni. Á fløguni luttaka 10 bólkar og 13 løg eru á fløguni. Bólkarnir, ið gjørdust nummar 1, 2 og 3 hava tvey løg í part á fløguni. Hinir bólkarnir eru umboðaðir við einum lag.

Umframt eru eisini báðir vinnandi bólkarnir í teimum báðum undanfarnu kappingunum, Moira og Mark No Limits, at hoyra á fløguni.