Nú kemur týsdagstúrurin til Skotlands

Farmaskipið Clare, sum Smyril Line leigar, fer frá 1. oktober at sigla til Skotlands, eins og framvegis verður siglt til Hanstholm fríggjakvøld. Hósdagstúrurin til Danmarkar verður enn sum áður sigldur við Norrønu vetrarhálvuna. Tá nýggja Norrøna er komin í sigling, fer hon at røkja vetrarsiglingina til Skotlands

Útflutningsruta

Útflutningsmøguleikarnir hjá føroyingum batna munandi, tá Smnyril Line fer at senda skip til Skotlands hvønn týsdag. Nýggja ferðaætlanin kemur í gildi tann 1. oktober.
Farmaskipið Clare, sum Smyril Line leigar, fer frá fyrsta oktober at sigla hvønn týsdag til Aberdeen. Hugsað verður fyrst og fremst um útflutning av feskum fiski, sigur Smyril Line.
Týsdagstúrurin hjá Clare byrjar sum nakað nýtt í Klaksvík týsdag klokkan 15.00, og av Havnini verður farið klokkan 18.00 beinleiðis til Aberdeen.
Á veg heimaftur verður lagt at á Drelnesi hóskvøld, og síðan verður farið til Havnar.
Fríggjakvøld fer Clare so av Havnini klokkan 18.00 umvegis Drelnes til Hanstholm.
Norrøna siglir eisini í vetur av Havnini hóskvøld umvegis Lerwick í Hetlandi til Hanstholm og sama veg heimaftur. Komið verður aftur á Havnina mánamorgun klokkan 06.00. Vetrarferðaætlanin hjá Norrønu byrjar úr Hanstholm leygardagin í komandi viku, tann 14. september.

Uppbygging
Smyril Line hevði tíðindafund mánamorgunin, har nýggja rutan varð kunngjørd.
Smyril Line ætlar við nýggju rutuni hjá Clare til Aberdeen at økja møguleikarnar hjá føroyskum útflytarum at náa europeiska marknaðinum, sigur Óli Hammer, stjóri á Smyril Line. Clare kann eisini taka 12 ferðafólk umframt bilar við á hvørjum túrinum.
Í fyrsta umfari verður tað farmaskipið Clare, sum Smyril Line hevur leigað nú í eina tíð, sum fer at sigla til Skotlands. Men næsta vetur aftur fer nýggja Norrøna at taka yvir. Tá so Norrøna fer í summarsigling, verður eitt ro-ro skip leigað at røkja farmarutuna til Skotlands.
Óli Hammer segði á tíðindafundinum, at áhugi er millum útflytarar í Føroyum at brúka eina rutu fyrrapart í viku. Tað fer at gera tað møguligt at røkka vikuskiftissøluni inni á europeiska meginlandinum, eitt nú í Boulogne í Fraklandi, har nógvur feskur fiskur verður seldur.
Men Nýggja Norrøna fer ikki at sigla til Aberdeen, uttan onkra havn nakað syðri, upplýsti stjórin á Smyril Line á tíðindafundinum mánamorgunin. Grundin er tann, at Norrøna verður ov breið til innsiglingina í havnini í Aberdeen, sum eisini er heldur ótrygg á onkrari ávísari ætt, og av og á verður stongd vegna veðurlíkindi.
Føroyingar fara tí at uppliva at fáa eitt skip, sum er ov stórt at sigla til Aberdeen við.
Hvør komandi havnin hjá Norrønu í Skotlandi skal vera, vildi Óli Hammer ikki upplýsa, tí enn eru samráðingar við viðkomandi myndugleikar í Skotlandi um tað. Kortini helt hann fyri, at Edinbourgh er ikki minni áhugaverdur býur at vitja, enn Aberdeen er, uttan tó at vilja vátta ella avsanna, at tað verður so langt suður, Norrøna fer at sigla.

Fleiri ferðafólk
Tá nýggja Norrøna fer at sigla til Skotland, verða ferðamøguleikarnir hjá føroyingum tann vegin munandi betri, enn teir eru í dag.
Í vetur fer Norrøna at leggja at í Hetlandi á veg til og úr Danmark, og tað merkist longu nú á fyrispurningunum, segði Óli Hammer á tíðindafundinum mánadagin.
Hann greiddi frá, at bara til tann fyrsta túrin hava 500 fólk longu bílagt sær ferðaseðil úr Hanstholm til Lerwick og Havnar.
Av Smyril Line verður sagt, at ferðafólkaflutningurin í vetrarhálvuni øktist munandi í fjør, og longu nú síggja tølini væl út fyri komandi vetur.
Óli Hammer, stjóri, segði á tíðindafundinum, at longu seinasta vár var ferðafólkatalið hægri, enn roknað varð við alla vetrarsiglingina.
At Norrøna í vetur fer at sigla til Lerwick, ger eisini møguleikarnar hjá føroyingum at koma til Skotlands munandi betri hesa tíðina, tí úr Lerwick verður sambandið munandi betri, tá nýtt reiðaríð fer at sigla við spildurnýggjum skipum til Aberdeen um mánaðaskiftið komandi.
Møguleikar verða tá hjá føroyingum at skipa fyri bólkaferðum, vinnuferðum og tílíkum og á tann hátt fáa gagn av betraða ferðasambandinum tann vegin, eins og teimum møguleikum, sum Skotland hevur at bjóða, meta tey á Smyril Line.