Nú koma sethúsini á Karlamagnusarbreyt

Upprunaliga skuldi Karlamagnusbreyt verða nýggja handilsgøtan í Hoyvík, men eftir nøkur ár, har einans nakrir fáir bygningar eru reistir, hálsaði kommunan um, og valdi at bjóða nøkur av stykkinum til sethús.


Nú er málið komi so langt, at klárt er útluta grundstykkini. Í fyrstu atløgu er talan um tólv byggibúgvin grundstykkir.


- Nú verða 12 stykki aftrat boðin út til fólk í Hoyvík, og tað gleðist eg um. Útstykkingin oman Gil við 24 stykkjum eru øll seld, so eftirspurningurin er stórur hjá fólki eftir at búgva í Hoyvík, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri, við heimasíðuna hjá Tórshavnar kommunu,


Kommunan upplýsir, at fyribils kostnaðarmetingin sigur, at prísurin verður kr. 1.093,00 fermeturin. Grundstykkini eru ymisk til víddar, men tey flestu stykkini fara at kosta knappar kr. 500.000.


Útlutanin verður skipað soleiðis, at tey 173 fólkini, ið eru á bíðilista til grundstykki í Hoyvík fáa eitt skriv frá kommuni, ið tey skulu svara, um tey hava áhugað í tillutanini.


- Um tríggjar vikur veit Tórshavnar kommuna, hvørjir borgarar eru áhugaðir í at verða við í tillutanini. Síðani fer tillutanin fram eftir raðnum á bíðilistanum. Tað vil siga, at 12 teir fremstu umsøkjararnir, ið hava boðað frá luttøku, verða bodnir til lutakast. Snarskivan kunnar áhugaðar umsøkjarar um, hvussu og nær tillutanin fer fram, skrivar kommunan á síni heimasíðu.