Nú komu almennu boðini: Føroyar eru nú koronafrítt øki

Eingin smitta er nú staðfest í yvir 2.000 kanningum

Í løtuni er eingin føroyingur staðfestur smittaður við Koronusmittuni. Teir í alt 187 føroyingarnir, ið hava fingið staðfest coronasmittuna, eru nú allir frískir aftur.

Tað upplýsir Landslæknin í morgun, nú seinastu úrslitini eru tøk.

Tað vórðu ongar kanningar gjørdar í gjár, Dýra biðidag. Sostatt eru tað framvegis 8.403 fólk, sum eru kannað. Leggjast kann afturat, at eingin hevur fingið staðfest smittu í teimum seinastu 2.133 kanningunum.  

Eingin persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahús við Korona