Nú koyra klaksvíkingar í ring

Leygarmorgunin var rundkoyringin í Klaksvík alment tikin í brúk. Hetta er fyrsta rundkoyring í Norðoyggjum, og ikki so lítið hevur verið at hoyrt frá hesari verkætlan, sum tók nakað longri tíð enn ætlað

Tað var elsti bilførarin í Klaksvík, 87 ára gamli Jógvan Gerðalíð, sum slapp at verða fyrstur at koyra í rundkoyringini, tá hon alment var tikin í nýtslu leygarmorgunin.
               Jógvan minnist, tá fyrsti bilurin kom til Klaksvíkar. Hann sá bilin koma eftir vegnum, og leyp langt oman á fiskastykkið hjá Kjølbro av berum forskrekkilsi.
               Mangt er broytt, síðani dreingirnir eftir skúlatíð styttu sær stundir við at hanga úr lúkuni á bilinum hjá Mortan-bil.
               Tá Jógvan sum 21 ára gamal tók hann koyrikortið í Havn, stóðu nakrir menn mitt á vegnum.
-         Koyr bara á teir, segði Fjerbæk Petersen, koyrilærari, og helt fyri,
at teir helst mundu halda seg hava fyrsta rætt, tí teir vóru jú her áðrenn bilarnir.
 
Kør i højre side
 
Jógvan minnist, at í koyrilæruni stóð, at ?Trafikken skal gå i højre side?. Men vegirnir vóru so smalir tá, at oftast hekk annað hjólið uttan fyri vegkantin.
               Næstur at royna rundkoyringina  var 86 ára gamli, Jákup Biskopstøð. Húsajakku, sum hann verður róptur kann á prutli sínum sigast at vera ein bygdmynd í Klaksvík.
Eftir at borgarstjórin hevði klipt snórin, segði hann nøkur fá orð og takkaði klaksvíkingum fyri teirra tolsemi, meðan rundkoyringin hevði staðið í gerð.
               Ymiskir trupulleikar gjørdu, at arbeiðið tók longur tíð enn ætlað, men nú arbeiðið er liðugt, verður tað ein stórur bati fyri ferðsluna í býnum.
               Ferðslan í miðbýnum er økt nógv seinastu árini, og ferðslan hevur gingið seint ávísar partar av degnum. Eisini við atliti til undirsjóartunnilin og øktu ferðsluna, sum tá fer at verða, var neyðugt hjá býráðnum at hugsa um, at bøta um ferðsluumstøðurnar í Klaksvík.
               Klaksvíkar Kommuna hevur gjørt eina framtíðarætlan fyri vegakervið í býnum, har stórur dentur verður lagdur á trygdina, serstakliga hjá teimum, sum eru til gongu.
               Í skrivandi løtu er mánadagur á middegi. Jógvan Gerðalíð hevur verið og hugt, hvussu ferðslan gekk í meldurtíðini. Hóast høga aldurin, er hann enn sum ein unglingi og fylgir øllum tí, sum gongur fyri seg við størsta áhuga.
               - Ferðslan gongur væl og uttan steðg, sigur hann.
               Og tað er ein stórur lætti fyri klakvískingar, sum mangan hava staðið í langari bíðirøð við posthúshornið.