Nú kunnu vit aftur halda veitslur

– Men nakrar reglur skulu haldast, sigur Pál Weihe

– Nú er tað aftur forsvarligt at halda veitslur. Tað heldur Pál Weihe, serlækni, og ráðgevari í koronu.

Tá ið korona fór at ganga aftur av álvaa eftir ólavsøku, mælti hann beinleiðis frá at halda føðingardag, brúdleyp, ella aðrar veitslur.

Men nú eru ikki meiri enn tveir mánaðir áðrenn fyritøkur og feløg fara at hava jólaborðhald fyri starvsfólkunum. Samstundis hevur tað eydnast okkum at berja smittuna niður aftur, og tí fer hann ikki longur at mæla fólki frá at halda veitslu.

Men hann minnir samstundis staðiliga á, at korona er framvegis ein hóttan og tað eiga vit alla tíðina at hava í huga.  

Og tí hevur tað avgerandi týdning, at vit alla tíðina halda tey almennu tilmælini. Eitt tilmæli er, at vit skulu ikki vera meiri enn 100 fólk saman, so tær heilt stóru veitslurnar er tað ikki ráðiligt at halda, sigur Pál Weihe.

Eitt annað tilmæli er, at tað skal vera minst vera ein metur ímillum fólk, men syngja tey, skal tað vera minst tveir metrar ímillum.

– Tað merkir, at tað er ikki ráðiligt upp á nakran máta at stúva fólk saman í høli, sum eru so smá, at hesi tilmælini ikki kunnu haldast, sigur koronuráðgevarin.

Hann sigur, at tað hevur ein serligan týdning at hava hetta í huga, nú summarið er farið at halla, og líkindini at vera uttandura, eru farin at versna.

Men so er tað eisini tilmælini yvir øllum, og tað er at vaska og spritta sær um hendurnar, bæði væl og ofta.

Tey somu tilmæli vóru galdandi á ólavsøku, men tað gekst einki serligt, tí beint eftir hátíðina fór korona aftur at herja.

Men Pál Weihe heldur ikki, at vit skulu válka okkum í tí mistaki, vit gjørdu á ólavsøku. Tað gekk ikki so væl á ólavsøku, men nú hava vit so lært, hvussu skjótt vit kunnu vera um ein háls tá ið vit ikki ansa væl eftir, sigur hann.

Hann heldur eisini, at vit eiga ikki at gera ov nógv av. Tískil skulu vit eisini ansa eftir, at tiltøkini ímóti koronu verða so umfatandi, at tey missa undirtøku í fólkinum. Alt hevur sítt mark, og tað hava koronutiltøkini eisini sigur hann.

– Er eingin smitta í landinum, kunnu vit loyva okkum meiri enn annars, og tí verður tað neyðugt at vit ansa væl eftir, og leggja stóran dent á at verja markið og kanna øll, sum koma til Føroyar fyri at forða fyri, at fólk, sum eru smittað, koma til Føroya.

– Tí skulu øll kannast, men tað staðiliga tilmælið er eisini, at fólk eisini lata seg kanna umaftur seks dagar eftir at tey eru komin. Men samstundis verður mælt til, at ímillum fyrstu og aðru kanning, skulu fólk ikki ferðast har nógv fólk eru.

Hinvegin vita vit ikki, hvussu støðan verður á jólum, tí hon kann broytast so skjótt, at tað er einki endamál ið at taka forsorgina upp á forskot.  

Tí tekur hann eisini undir við, at landsstýrið heldur ikki longu tú tekur avgerð um at lata skeinkistøðini aftur. Men eisini her er tað avgerandi, at tey, sum vara av skeinkistøðunum, eisini hava tilmælini í huga og skipa virksemi soleiðis, at tilmælini verða hildin.  

– Tey, sum vara av skeinkistøðunum, mugu føla ábyrgd av at tilmælini verða hildin, sigur Pál Weihe.