Nú kunnu vit næstan liva sum vit plagdu

Útlit eru fyri, at tað gongur skjótari at koppseta føroyingar, enn ætlað

– Nú kunnu vit, at kalla, aftur liva sum vit vilja Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, í tíðindunum á FM1, nú á miðdegi.

Eingin er smittaður við koronu í Føroyum síðani 15. februar dagar og síðani 26. februar hava vit verið heilt koronufríar, tí tá varð tann seinasti, sum varð smittaður, eisini frískur aftur.

Og í morgum vórðu nakrar av teimum avmarkingunum, sum vórðu settar í verk fyri at forða fyri smittuspjaðing, tiknar av aftur.

Í hesum sambandi var løgmaður á FM1, har hann greiddi frá, hví tey nú slaka eitt sindur í teimum tiltøkum, sum eru sett í verk ímóti koronu.

Hann ásannar, at ferðavinnan og matstovuvinnan er hart fyrispent, tí eingi útlendsk ferðafólk hava verið her, men hann vónar, at nýggju tilmælini fara at bøta eitt sindur um støðuna, og hann sigur, at støðan fer eisini at batna, so hvørt alsamt fleiri føroyingar, og útlendingar, verða koppsettir

Men hann sigur eisni, at sum gongdin er nú, eru útlit fyri, at tað fer at ganga eitt sindur skjótari at koppseta føroyingar enn upprunaliga ætlað. Upprunaliga ætlanin var, at øll skuldu vera koppsett seinast í juni.

Trýst á pílin undir myndini og hoyr løgmann greiða frá.