Nøkur fá færri um flogvøllin

Samlaða ferðafólkatalið um flogvøllin í Vágum lækkaði í fjør við 0,7 prosentum í mun til í fyrraárið

Samferðsla

Vágar:
Hóast eitt lítið sindur færri ferðafólk fóru um flogvølliní fjør enn í fyrraárið, varð ein vøkstur á høvuðsrutunum, sum eru Danmarkarruturnar, sigur leiðslan á flogvøllinum í tíðindaskrivi nú beint eftir nýggjár.
Minkingin stendst av, verður sagt í tíðindaskrivinum, at ferðslan á rutunum til á frá Stórabretlandi er minkað munandi. Hetta kemur av, at eingin frálandavinna var undir Føroyum í fjør, verður sagt. Minkingin á hesum rutunum var ikki minni enn 22,4 prosent.
Hinvegin er ein munandi vøkstur staðfestur á Noregsrutunum. Har hava 23,1 prosent fleiri feðrafólk valt at ferðast til og úr Føroyum umvegis flogvøllin i Vágum.
Á Danmarkarleiðunum, har nógv flest fólk ferðast, er eisini ein vøkstur í fjør í mun til í fyrraárið. Tað ferðaðust 2,7 prosent fleiri fólk til og úr Danmark í 2002 í mun til 2001.
Tað verður eisini flogið millum Vágar og Ísland, og har er ferðingin støðug í mun til undanfarin ár. Tað ferðaðust umleið hálvttíggjundatúsund fólk loftvegis millum Føroyar og Ísland í fjør, og tað er á leið sama tal sum í fyrraárið.
Tilsamans 156.895 fólk ferðaðust í fjør um flogvøllin í Vágum móti 158.056 í fyrraárið. Hesi nýttu 5.280 komur og fráferðir, sum eru umleið 10 prosent færri enn árið fyri.
Aftur her er tað frálandavinnan, sum stendur fyri minkingini. Tilsaman 8,4 porosent færri komur og fráferðir vóru í samband við hesa vinnu, meðan rutuferðir, charter- og taxaflúgvingin vaks við 3,3 prosentum, sigur leiðslan á flogvøllinum í Vágum í tíðindaskrivinum.