Tá Norrøna fer av Havnini í dag klokkan 12 fara eini 250 fólk við Countrytúrin. Hallur Joensen, Sølva Ford, Magni Christiansen, Martin Joensen, Hans Hjalti Skaale eru ímillum tey, sum undirhalda á túrinum ? og enn eru nøkur pláss eftir, verður sagt av Smyril LIne Veðurmennirnir lova gott veður, og Smyril Line lovar, at tey ferðandi fáa ein ógloymandi túr.
Country setur dagsskránna, og temaði á túrinum er Johnny Cash. M.a. hevur ein av matstovunum Johnny Cash Matskrá og barrin Johnny Cash drinkskort. Harumframt verður filmurin um Johnny Cash vístur í Biografinum umborð, og tað verður møguleiki fyri at keypa country-outfit.
- Enn er møguleiki at keypa ferðaseðil. Vit lata upp klokkan otta, at Norrøna siglir ikki fyrr enn klokkan 12, verður sagt at Smyril Line.