Tvey línuskip eru á Íslandsrygginum og fiska tosk, svartkalva, og so fáa skipini eisini nakað av lira og blálongu.
- Eitt línuskip er eystan fyri og fiskar svartkalva og longu. Eitt er vestan fyri og fiskar longu, brosmu og tosk.
Á Fiskamarknaði Føroya vita tey í dag at siga, at eitt av línuskipunum kemur inn at landa mánadagin, og síðan koma hini skipini helst miðskeiðis ella síðst í vikuni sum kemur.
Nøkur línuskip hava lagt fyri summarið.
- Streymurin harðnar, men veðrið verður gott. Tískil vænta vit, at nakað verður av útróðri í næstu viku. Men, fiskiskapurin hjá útróðrarbátum er heldur lakari nú, verður lagt aftrat.